Skip to main content

Royniber í túninum


Jólamyndin úr Tórsbyrgi fyrsta desember er royniber. Myndin niðanfyri er tikin um várið í 2012, tá ruddingardagur var. Tað er Anna, sum lúkar, og í horninum sæst træið við reyðu royniberunum. Wikipedia veit, at royniviður (Sorbus aucuparia) er træ, sum kann vaksa upp í 15 metrar. Royniberini eru beisk og súr, sum vit kenna úr søguni, tá revurin ikki rakk upp eftir teimum. Í berunum eru pektin, C-vitamin og A-vitamin.


Grannar í Tórsbyrgi siga, at fuglarnir vera sjónliga ávirkaðir, tá teir eta reyðu berini og flúgva víðari. Starvsfelagin Pól Jespersen tók hesa mynd av einum reyðstapa (Bombycilla garrulus) í urtagarðinum heima í Smærugøtu. Eftir at hava etið royniber av roynitrænum tyktist reyðstapin ikki sørt ávirkaður. Berini eru gerað og teir fáa kenning, sigur Pól. Á niðaru myndini sæst vetrarsvangi reyðstapin koyra føroysk royniber í seg.



Fuglakennarar siga, at reyðstapi eigur í teim norðastu furuskógunum í Skandinavia, Russlandi og Sibiria. Reyðstapi er einasti smáfuglur í Evropa, sum, uttan fyri bútíðina, einans livir av fruktum og berum. Summi ár kann hann fara langt burtur frá sínum vanliga vetrarvisti, og tá kann hann enda her í Føroyum. Suðuroyarportalurin mælir til at stinga súrepl upp á greinar ella pinnar, og soleiðis veita teimum eina hjálpandi hond. Tí eitt er vist, tað er svangligt í Føroyum hjá fugli, sum einans livir av fruktum og berum, siga suðuringar, sum síggja nógvan reyðstapa.