13.2.16

Sandkassasøgur úr Absurdistan


Teldutala

So er aftur vikuskifti og tíð til reflektión yvir bløðum og tíðindameldri úr varpinum afturvið pepsi, meðan middagstónleikurin messar ein markleysan lovsang um nýfunna frelsu. Bara hon ikki fer all in, hugsi eg meðan eg skeinki mær sukurfrítt.

Meðan onnur skriva meistarligar strikur í sandin, hava tveir miðlar, Sosialurin og Útvarpið, hesa vikuna sett eina striku í heimliga sandkassan. Og tað er ikki hissini strika. Ja, hyggja vit nærri, so hóma vit farran av trúbót fyri og eftir hesa graverandi striku.

Øðrumegin strikuna er Sosialurin, sum varpar ljós á eitt strikuleyst klov, ið er troytt av at vera pampari í tí dagliga, og tí er farin at klæða seg í pampers hvørja ferð strikan fer upp um tað loyvda, og hinumegin strikuna er brennivínstrongda Útvarpið, sum ikki longur sleppur at skeinkja í mikrofonina afturvið turrløgdum havkalli. So vita vit tað.

Kanska er miðøld báðumegin sandkassastrikuna hjá blæubørnum og brennivínsbørnum í Absurdistan.

Kann ikki bara mær at gita um komandi søgur og forsíður í hesum kjøtleysu føstudøgum. Her eru trý leysakrútsuppskot:
  • Watson sæddur nakin á fallsossavninum í Reykjavík
  • Prestur mátti spula, tá hundar vóru áfastir í túninum
  • Fara 200 allíkavæl at gera ein sang um Bill?
Livst, so spyrst - báðumegin evstamarksstrikuna næsta fríggjadag í Absurdistan!