Skip to main content

Alt af Naade


Teldutala

Soleiðis broderaði omma: Alt af Naade. Eins og abbi var hon fødd í 1894. Skriftstaðið varð broderað og sett á veggin í 1924, tá missiónshúsið Bethania varð bygt í Gøtu. Har komu tey bæði, Benadikta og Marius. Men tíggju ár seinni vóru broytingartíðir í hugsjónarbygdini Gøtu, og tey vóru millum teirra, ið fóru at ganga í brøðrasamkomuna Filadelfia, sum tá var í Syðrugøtu. Helst hevur skriftstaðið verið goymt burtur eftir henda átrúnarliga skilnað, shunning, tey rópa á enskum. Men tá missiónshúsið varð tikið niður í apríl í 2013, kom broderaða skriftstaðið hjá ommu fyri dagin við Gøtuvík, dygst við grannahúsini, sum nú vóru Filadelfia. Minnist allar teir gomlu, sum plagdu at koma í salin við Sildamjølsfabrikkina. Orsøkin til at eg fann hesa mynd fram í kvøld, eru orðini hjá Honnu Jensen úr Gøtu í kvøld: Vit skulu skapa eitt samfelag, sum strekkir seg longri enn mín sannføring. Í enskttalandi londum, sum brøðrasamkoman í sínari tíð kom úr, brúka tey orðið shunning, at skýggja ein persón, sum er fallin í ónáði. Skilji, úr tí, sum sagt varð, at tað er hent í hesi samkomu. Manglandi brøðrakærleikin hjá mótpartinum í sjónvarpskjakinum, sum Bogi meistarliga stjórnaði, undirstrikar hetta sama. Shunning. Løgið, at sita og skriva í kvøld við Matthew í Oregon um hetta altjóða vælskipaða samkomufyribrigdið, shunning. Og tá eg googli eftir Alt af Naade finni eg eina stutta grein í Kristeligt Dagblad, har lýsingaparturin í vinstru síðu reklamerar fyri einum tí kendasta vørumerkinum úr Gøtu - G! Festivalinum. Ein avbjóðing til vinnulívsbygdina, sum eisini fostraði føroysku fakfelagsrørsluna. Nú skulu vit skapa eitt samfelag, sum strekkir seg longri enn mín sannføring. Góð orð!