16.3.16

L’Unica hjá Elisabeth úr Tjørnuvík


Elisabeth Herlufsdóttir hevur handilin L’Unica við Artellerivej á Islands Brygge í Keypmannahavn. Dygst við býr hon í eini spildurnýggjari íbúð við Poggepohlkøki, terrassu og øllum hentleikum. Fyrr hevur Elisabeth búð í einum stórum húsum úti á Amager, men flutti, at búgva tættari við handilin.


- Á Islands Brygge er ein praktfull javnvág millum stilla fjørðin, kanalina, og hektiska kafélívið, sigur Elisabeth, sum er útbúgvin advokatskrivari. Síðan í oktober í 2013 hevur hon selt klædnapløgg til modernaðu kvinnuna og spennandi innbúgv til rúmliga modernaða heimið í handlinum L’Unica.

- L’Unica er ein dreymur, sum eg havi havt í fleiri ár. Eftir at dreingirnir Casper, 21, og Andreas, 18, eru blivnir vaksnir, havi eg givið dreyminum pláss, siger Elisabeth í handlinum, sum er í tveimum hæddum, dygst við bústaðin.


- Í dag er handilin mítt hjartabarn. Handilin er eitt boð uppá, hvussu eg hugsi mær, at fólk eiga at búgva í einum heimi, sum tú leggur merki til, tí tú vilt geva tí eitt persónligt frámerki. Øll hús og heim eiga ikki at vera eins, men unikk, tí navnið L’Unica. Náttúran, har tað ótilgjørda og romantiska finna saman, ávirkar meg mest og er mín fremsta inspiratión, sigur Elisabeth í handlinum.

- Mítt spesiali er at fáa alt at líkjast einari millión, sigur Elisabeth í skelliláturi. Men so hugsar hon seg um, og sigur eyðmjúk meðan hon skeinkir mær kaffi: - Tá eg arbeiði, er tað, sum um sálin setur heilt út í fingrarnar.

Í heyst verður Elisabeth úr Tjørnuvík í danska Femina og svenska Drömhem.