27.3.16

Mastrarsmíð á páskum


Teldutala

Tá páskasólin ikki rakar, er kalt í luftini í Nyhavn. Úr lerkarviði ger Lars Meinild mastrar til gamlar bátar, ið liggja her á sólsíðuni. Í pylsuroykinum ganga fólk fram við timburmanninum og mastrunum á bryggjukantinum. Einki órógvar hann. Eg spyrji, um eg kann taka nakrar myndir. - Tað er gamaní, sigur fryntligi Meinild, sum er úr Keypmannahavn. - Fyri hvønn, tekur tú myndir, spyr hann. Ein føroyskan blogg, sigi eg. Hann hyggur upp um brillugløsuni og sigur, at tað verður ein avbjóðing, at lesa føroyskt. Hann hevur siglt og smíðað alt lívið, er skipstimburmaður, kendur fyri at kalfatra, og so hevur hann lisið lívfrøði og undirvíst.


Tveir tímar seinni er Lars Meinild fluttur út á uttara bátin at arbeiða í seinastu sólstrálunum, sum í nátt hava skilt vetur frá summari.


Nú eru stundir at smakka tað mest eyðkenda keymannahavnska, sum hevur ligið í Nyhavnslotinum eina góða løtu. Ein Langelænder hot dog við øllum úr pylsuvogninum.


Afturvið hesi gamaldonsku gourmetmáltíð fast ein myrk serbryggjað ale frá Nyhavns Færgekro.


Ikki tí, bjórúrvalið er sjáldsama stórt í Keypmannahavn, har eisini Føroya Bjór sæst aftur í einum sýnisglugga.


Nú eru stundir at møta vinfólkunum Frank, Fíu og Sonju á Madklubben í Pilestræde. Eftir góða máltíð skiljast vit á Høvuðsjarnbreytini, har Sonja tekur tokið til Reistrup við Holbæk, og Fía og Frank taka S-tokið til Farum. Sjálvt Jernbane Caféen er stásað upp til páskir.


Páskadagur er eisini summartíð. Fari at ynskja øllum blogglesarum einar gleðiligar páskir við hesari mynd av Zachariasi Heinesen, sum eg tók í Listaskálanum 12. februar í ár. Tað var tá framsýningini Føroyskur mosaikkur læt upp. Heitið á málninginum er Náttverði (Frítt eftir Leonardo da Vinci). Málningurin, sum Eimskip í Reykjavík eigur, er frá 1991. Gleðiligar páskir og góða summartíð!