22.3.16

Miðnervalagið


Í 70’unum rendi meg fyri fyrstu ferð í orðið centralnervesystem, ið eg sum frá leið lærdi at siga sum miðnervalag. Tað var í fyrra føri í eini bókaplátu hjá Røde Mor á danska Demos-forlagnum, og í seinna førinum í eini grein í eins danska, men altíð hugvekjandi Brúksublaðnum, Samvirke.

Í fyrra førinum varð greitt frá um sangin Grillbaren, sum er við stóra høvuðsvegin, helst ein Evropaveg, ið verður lýstur sum miðnervalagið í modernaða samfelagnum.

Innan neonljósini sløkna, er lastbilasjaførurin steðgaður við bensinstøðina, at fáa sær ein bita frá servitrisuni, sum droymur um fremmandar reiðmenn á stálhesti, men má sláa seg til táls við enn einum innihaldsleysum degi, sum aftur endar í myrkri. Ein av fremstu highway desperado sangum, sum til eru á okkara leiðum. Ikki minst tá Peter Belli tekur hann fram, borar niður í hann og leggur miðnervalagið opið.

Í seinna førinum var tað ein journalistisk grein um heimsins etableraðu fjølmiðlar, ið vórðu skýrdir størstu terroristar í verðini. Uppáhaldið í greinin var, at ókendir yvirgangsfelagsskapir í Jemen, Miðeysturi, Italia, Týsklandi og aðrastaðni, kundi bara blíva kendir og fáa teirra krøv sett fram, um teir komu í miðlarnar, heimsins miðnervalag, ið letur vitan og upplýsing renna gjøgnum seg og út til almenningin. Í so máta kundi einki tryggja tær forsíðupláss og gulblinkandi brátíðindabreddan í sjónvarpstíðindunum, sum eitt bumbað flogfar ella annar yvirgangur, sum í blindum rakar øll.

Tað var eisini í 70’unum, at C.V. Jørgensen setti seg á eina bumbu í S-tokinum, og droymdi seg aftur í tey líkasælu 60’uni, tá blómur bóru boð um tað sama, sum bumbur gera í dag. Altso í 1979 á plátuni Solgt til stanglakrids.

Satta at siga var orðið miðnervalag ikki til í mínari føroysku verð í 70’unum. Tað var ikki fyrr enn heimligu orðabøkurnar komu, at eg lærdi orðið miðnervalag, sum eisini finst í frábrygdunum meginnervalag og aðalnervalag.


Samstundis sum heimligu frábrigdini eru vaksin í tali, er heimurin meira fragmenteraður, sundurpettaður, enn nakrantíð. Færri og færri hoyrast í tann mun tey sjálvi vilja. Í teirra ómegd er tí alt um at gera, at finna fram til miðnervalagið, og kvetta sambandið til heila og mønu hjá okkum øllum, bara fyri at verða hoyrd.

Uppgávan hjá rættarsamfelagnum, almannamiðlum og áskoðanarmyndarum er neyvan nakrantíð fyrr meira átrokandi at halda í hevd enn beint nú.