30.3.16

Móðurmálsdagurin í 2016


Teldutala

25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs. Tá hevur móðurmálsdagurin verið hildin. Men í ár var hesin dagur Langi fríggjadagur, og móðurmálsdagurin er tí settur til seinasta dag í mars, hósdagin 31. mars klokkan 19:00.

Nám, ið er ein av fyrireikarunum, hevur á undirvísingarportalinum Snar heitt á skúlar í landinum, at leggja sær móðurmálsdagin í geyma.

Ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum, so næmingar verða kunnaðir um tey viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti.


Á undirvísingarportalinum Snar verður í ár gjørt vart við enska ávirkan í móðurmálinum.

Sagt verður, at fyrr var vanligt at hefta seg mest við danismur í føroyskum máli. Í dag tykist sum um angulsaksisk ávirkan hevur tikið henda leiklut.

Í miðlunum er alt vanligari at hoyra ensk orð og vendingar, serliga tá ið ung hava orðið. Í stuttfilminum Sigarett (2010) hjá Heiðriki á Heygum sigur hann: “Eg eri úti av sigarettum”, sum stavar úr enskum: “I am out of cigarettes”. Í práti um fitness varð í ungdómssendingini Røddin brúkt orðið legitt, um tað, sum er lógligt, framborðið sum á enskum [lə’ʤit]. Skilligt er, at tað er úr enskum: legit, sum er slang av orðinum legitimate, lógligt. Á Ungdómstinginum í 2016 segði ein, at "vit skulu enkorreggja tey, ella hvussu tað nú eitur á føroyskum".

Tá vit skriva á teldu í skúlanum seyva vit, og tá vit fara í biograf síggja vit ein treylara. Í løgtinginum kunnu politikarar klira, meðan tollarar klarera. Í orðabókini stendur isi fyri enska easy.

Ávirkan úr enskum er ikki nýggj í føroyskum máli. Í 1997 skrivaði Tórður Jóansson doktararitgerðina English loanwords in Faroese. Í hesum sambandi kunnu vit nevna søgulig orð og hugtøk, sum at sigla klos í land við trolara, har bæði close og trawler eru úr enskum, eins og skeilett, sum er vindeygað í dekkinum, ið letur skylight sleppa niður undir.

Í dag eru telduspøl á enskum og mest sum alt, ið vit raka við á telduni og á netinum, er á enskum.

Undirvísingarportalurin Snar skjýtur upp at tosa um hetta í flokkinum, til dømis soleiðis: Hvussu ávirkar teldan móðurmálið? Hvussu ávirka miðlarnir móðurmálið? Hvussu fer at verða í framtíðini? Kann tað hugsast, at føroyskt fer at koma í staðin fyri ensku heitini í telduspølum og miðlum?


Móðurmálsdagurin í 2016 verður hildin í Nýggjustovu, sum sæst til vinstru á søguligu myndini omanfyri. Mitt fyri er Gongin, aftast eru Amtmanshúsini, og til høgru er Fútastova, sum hevur verið íslendsk sendistova, men nú verður matstova.

Móðurmálsdagurin verður hildin hósdagin 31. mars kl 19:00 í Nýggjustovu, Gongin 8, í Havn, har yvirskriftin er ung og málið í føroyskum filmi. Skráin er henda:

Zakaris Svabo Hansen, formaður í Málráðnum, bjóðar vælkomin                                            
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur røðu

Pætur M. Dahl hugleiðir um føroyskt filmsmál og føroyskt mál í filmi

Tónleikur

Samrøða um føroyskan film og málið: Birgir Kruse tosar við Sakaris Stórá, filmsleikstjóra, og Marjuna Syderbø Kjelnæs, rithøvund. Víst verður brot úr 'piloti', sum er partur av filmsætlanini Dreymurin við havið.

Kunning og endi

Tónleikur: Sissal G. Magnussen og Birita Adela Davidsen úr Frýrnum syngja, og Hans Pauli Tórgarð spælir gittar.

Fyrireikarar: Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Miðlahúsið, Føroya Fólkaháskúli, Kringvarp Føroya og Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Tiltakið er alment og ókeypis.