15.3.16

Tá William festi í


Her á aðru hædd í 300 ára gomlu Bartskerstovu er kendasti havnarmaður føddur. Tað er rithøvundurin William Heinesen (1900-1991).

- Kvisturin og øll húsini verða sett í upprunaligan stand, sigur Tummas Justinussen, sum nú eigur gomlu húsini, og fer at innrætta tey til tapas matstovu og eksotiska vínstovu við upprunaligum innbúgvi, handilsdiskum, hillum, trappum og viði á veggi og gólvi. Plastikvindeygu verða skift til vindeygu, ið líkjast teim upprunaligu, og allastaðni taka vit tapetið burtur, so vit koma inn á upprunaligu brettini. Í so máta eru hesi kanska tey mest áhugaverdu, sigur Tummas, og peikar á svørtu brettini á bróstinum.

Fýra ára gamal spældi William við eld á loftinum, og tað fest í og gjørdi stóran skaða. Loftið varð umvælt í 1904, og tey bretti, sum kundu brúkast, vórðu brúkt aftur, sigur Tummas, og peikar á eitt av brettunum, sum sjónliga eru merkt av brandinum.

Bartskerstova, Skálahús, hjá Restorff, hjá Heinesen og endaliga hjá Katrinu Christiansen eru nøvn, ið hesi hús hava havt í 300 ár. 

Hvør ið bygdi og átti húsini av fyrstan tíð, er ilt at siga, men Óli Jacobsen sigur í Fiskimannablaðnum í 2005, at Hans Albertsen Matras, sum var bartskeri í Havn frá 1707 til 1743, búði í húsunum, og ikki er óhugsandi at bartskerar undan honum eisini hava búleikast har. 

Óli hevur hugt í taksatiónsprotokollir og funnið fram til, at í 1870 átti keypmaðurin Andreas William Restorff (1846-98) húsini. Hann var sonur fyrsta heiðursborgara í Havn, M.C. Restorff (1816-97), ið var handilsmaður og bakarameistari, giftur Sofíu Helenu, dóttir skósmiðin Jørgin Frants Jacobsen. 

Tey áttu 9 børn. Ein dóttir var Carolina Jacobina, sum giftist Zachariasi Heinesen úr Bø. Hann tók handilin í Bringsnagøtu á seg í 1901, og tey búðu har, til tey í 1905 fluttu niðan á Tinghúsvegin. 

Síðan hevur Bartskerstova verið handil burturav. Zacharias og Karolina fingu fýra børn, William, Heina, Stig og Bergljót. Hvørt mansbarn í Føroyum kennir William Heinesen rithøvund. 

Í 1927 fór Katrina Christiansen, dóttir Biritu og Kjalnes Petur, sum arbeiddi hjá Zachariasi Heinesen, at reka handilin. Hon doyði í 1950 og sonurin, Halldor Christiansen, tók yvir og keypti handilin frá arvingunum hjá Zachariasi. 

Halldor, sum stóð fyri handlinum í nærum 60 ár, andaðist 89 ára gamal í 2015. Í eina loftsrúminum eru skjøl hjá Halldóri, studentarhúgva, karakterbók, protokollir og leikutoy frá krígnum,


Útsýnið yvir Havnina er frálíkt úr húsunum hjá Tummasi, ið framhaldandi fara at eita Katrina Christiansen, sum navnaskeltið í brøttu Bringsnagøtu sigur. Út frá hesum vindeyga verður altan.


Men nær letur vín og tapas matstovan Kathrina Christiansen upp í Bringsnagøtu? 

- Tað velst um, hvat eg havi at gera í tí dagliga, sigur Tummas Justinussen úr Skansa Offshore í Skansabrekku. 

Saman við øðrum eigur hann eisini Hafnia, og nevnir hjallarnar og smáu húsini kring gamla handilin, ið havnarfólk kenna sum Hjá Kathrinu. 

- Har verða alternativar smáttur, sum fólk kunnu gista í, umframt vanligu verilsini á Hotel Hafnia. Men handilin hjá Katrinu, hann verður vónandi liðugur til nýggja endamálið í november, sigur Tummas.