14.4.16

Toni Larsen í Steinprenti: Orðsins mynd og ljóðsins taktir


Teldutala

Framsýningin, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 15. apríl klokkan 16 er øðrvísi, frísk og egin. Listakvinnan Toni Larsen verður ofta allýst sum málari og grafikari. Hon er eisini keramikari, og óansæð um hon málar, sker í linoleum, teknar á litografiskar steinar, fotograferar, evnar leir ella annað tilfar til standmyndir, er hon helst fyrst og fremst yrkjari - tað er bara tilfarið, sum varierar.

Hennara keramisku standmyndir eru organiskar, abstraktar, men  tykjast onkursvegna náttúrutilsipandi og gróðrarmiklar. Listarliga tilgongdin hjá Toni Larsen er poetisk, um somu tíð spontan, skjót, filosofisk og sein við tilvitaðari nýtslu av automatskrift  ella automattekning, har hon roynir at skriva ella tekna uttan at hugsa seg um og í staðin letur kenslurnar ráða so frítt sum til ber í einum fríum tankafloymi. Onkuntíð er úrslitið ein yrkt mynd, aðrar tíðir kemur ein yrkt keramikkstandmynd ella ein yrking burturúr og nú verður høvið at síggja eitt úrval av hennara verkum í Steinprenti. Hetta er fjórðu ferð, Toni Larsen arbeiðir á grafiska verkstaðnum á Skálatrøð, men fyrstu ferð, hon hevur serframsýning her á landi. Hon var við í felagsframsýningini Myndorð - Orðmynd, sum Steinprent fyriskipaði í Norðurbryggjuni í 2014.

Í einari áhugaverdari samrøðu við Lisbeth Bonde í Weekendavisen greiðir Toni Larsen á poetiskan hátt frá stóra týdninginum, sum orð hava fyri hana, tónleikurin hevur somuleiðis nógv at týða:

“Eg havi undrast á hvussu stóran týdning tað einstaka orðið hevur. Orðið er frítt, eg sveimi í tí, tá eg arbeiði við tí. Skaldsøgunum hjá Margurite Duras. Havið. Innihaldið hjá orðinum. Navnið. Monk, Thelonius Monk. Vil eg skriva hansara navn, er tað ikki nóg mikið at skriva Monk, stavirnir geva ikki nóg góða lýsing av honum. Eg má eisini gera tekinið fyri Monk, soleiðis sum hann spælir klaver. So livi eg meg inn í hansara tónleik og skrivi hansara fornavn soleiðis sum eg kundi ímyndað mær, at eg hevði spælt klaver, um eg var Monk. Her kemur ornamentikkurin inn. Ornamentikkurin er mín skráskrift spegilsvend í linoleumsprentinum, sjálvandi - og so kemur liturin aftrat… Eg geri ein ornamentik, sum onkursvegna eisini sjónligger navnið/orðið. Skriftin er orðsins mynd og ljóðsins taktir...”


Kinna Poulsen