13.5.16

Eingin danskari í Evropa


Í góðveðrinum henda vælsignaða fríggjadag trettanda mai, eru næstan allir føroyskir miðlar samdir um eitt: eingin danskari verður við í evropeisku sangkappingini Eurovision Song Contest.


Føroyska tíðindarenslið hevur einaferð med alla staðfest bundinskapin at Danmark. Tí er tað stuttligt, at uppáhaldið hjá starvsfelagnum Róa, sum eg elski at endurgeva, uppáhaldið altso, nú verður endurgivið av Honnu Jensen í Sosialinum, sum eisini, og tað av røttum, kann skjóta eftir Kringvarpinum. Ná, men í dag er veðrið so gott, at eg tími ikki at øsa meg meir um danska bundinskapin hjá føroyskum miðlafólki. Dagsins danskari er nú eitt føroyskt miðlafaktum.