9.5.16

Leygardagsmyndir úr Havn


Teldutala

Leygardagin 7. mai er veðrið av tí fagrasta í Havn. Í Bringsnagøtu verða mest sum øll tey søguligu húsini umvæld. Tá tú ert komin niðan á, og Bringsnagøta hellir undan, daga stóru og vælhildnu húsini fram, sum verða kallað Arnes Minde. Tey eru útvið 200 ára gomul og nú hevur Havnar kirkja yvirtikið húsini frá Tórshavnar kommunu. Her hevur nýliga verið kommunal dagrøkt, einaferð helt Skansastova til her, og løgreglan og tveir klivar hava verið her.


Klokkan er 10 og svarti vøruvognurin hjá blómubúðini stendur ófrættakendur við opnari hurð í Dómkirkjutúninum. Stavirnir eru gyltir og siga Akkuleya. Seinastu heilsanir ein góðveðursdag. Um fýra tímar fari eg sjálvur at sita á loftinum at minnast Hjartan, sum prestur sigur at navnið varð skrivað í kirkjubókina. Summarið í 1986 lærdi hann meg at skriva og goyma á teldu, tá Word Perfect 5,1 var fremsta amboð í Tinganesi.


Ein rustaður tangi, ið er komin undan kommunalu moldini á Bryggjubakka, matchar so frálíkt við ljósið, sum stendur upp úr moldini.


Rusturin bindir og knýtur yvir í upphaldstrappuna, sum í drúgva tíð hevur verið lagað á gomlu Perlugrundini.


Fyri endanum á brekkuni byrjar Tórsgøta, sum kommunan hevur samtykt skal vera mentanargøta í býnum. Nú er tiltakið Ein Dagur á Grynnuni.


Her eru myndaevni til øll, menn og konur, stór og smá, og eisini fremmand ferðafólk av fjarum leiðum. Kanska skuldu fleiri danskir livurpostei-átarar verið bodnir higar at eta havtasku, sum er ein delikatessa. Við støði í Home Alone brúkar danska fyritøkan Stryhn's Leverpostej eina havtasku í nýggjasta reklamufilminum at ræða børnini við, so tey ikki eta fisk, men heldur livurpostei.


Býráðslimurin, Bogi Andreasen, togar og dregur, og man eiga meginpartin av æruni fyri hetta frágera tiltak, har tú ókeypis kanst smakka og nema við nógv av tí fiski, sum er á okkara leiðum.


Fiskur kann smakka nakað linligur, verður hann ikki tilgjørdur á onkran serligan hátt. Besti bitin eg smakki henda leygarmorgun í Tórsgøtu eru bitar av røstum toskarhøvdi, sum er grillaðir á rist.


Á Grynnini í Tórsgøtu er fleiri menn, sum kryvja og skera, so klárt er at fara yvir um gøtuna at matgerða.


Reyði liturin frá svintuni gongur aftur og skapar spennandi mynstur á Grynnuni niðast í Tórsgøtu.


Í Vágsbotni stendur Mortan Johannesen so trúliga og selur pakkaðar fiskavørur. Til dagin hevur hann hongt eina mynd upp, sum vísur harðbalna sjómanslívið umborð á Fiskanesi undir Grønlandi. - Myndin er tikin 31. januar í 1959, ta náttina tá Hans Hedtoft fór í sama farvatni, sigur Mortan. Sjálvur er hann mitt fyri á mittastu niðru myndini.


Á gula vegginum hjá Poul Hansen við inngogndina til Undirhúsið, hevur onkur skrivað, at øll eru glatað. Kanska er tað so. Men á grønu hurðini er ein plakat, ið lýsir við musikalskum Andarúmi.


Í Nólsoyarstovu, sum er um at forfalla, er eitt vindeyga opið. Kanska hendir okkurt har, so hesin stásiligi bygningur aftur kemur til heiður og æru mitt í gomlu Havnini. Her var ein av fyrstu góðu matstovunum í nýggjari tíð, Nólsoyarstova hjá Dánjali Rein.


Við heitinium Venetianskt Palads hava William Heinesen, Mikines og Jacob Olsen í 1927 málað tekjuna á Nólsoyarstovu við útsýni móti bryggjuni, pakkhúsunum og Borðuni og Glyvursnesi í tí fjara. Á somu tekju stóð eg við Bellamy brøðrunum í 1997.


Veðrið var av tí fagrasta henda leygardag, tá merkismaðurin Kjartan Hoydal fór til gravar. Heilt yviri í Toronto fekk Mike Day samstundis eina virðisløn fyri filmin The Islands and the Whales. Giti, at Kjartan hevur ikki verið uttan týdning í allari hesari hepnu gongd, at siga umheiminum frá um grindadráp. Ærað verið minnið um hann.


Heima í Tórsbyrgi var gleðisdagur, tí Elin Súsanna Jacobsen fylti 75 ár dagin fyri. Nú bjóðaði hon grannum og kenningum til veitslu í hitamiðstøðini. Til lukku og manga takk!