2.5.16

Millum hundar og dunnur á filmi


Væl vandir hundar og villar dunnur verða á skránni hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio í summar.

Mikudagin 25. mai kl 20:00 verður nýggi hálovaði amerikanski filmurin hjá Laurie Anderson Heart of a Dog sýndur hudaeigarum og filmselskarum.

Leikstjórin er kona sangaran Lou Reed, sála. Giti, at hetta er ein av mest sjáldsamu biograffilmum, sum hava verið sýndir á okkara leiðum. Kom og hygg - og met!


Danski filmsútleigarin, Camera Film, sum rekur biografin Grand Teater, sigur um Heart of a Dog, at meðan hann letst snúgva seg um New York-terriaran hjá listakvinnuni Laurie Anderson, so verða vit samstundis førd inn í eitt filmað essay, har leikstjórin á vitugan og skemtiligan hátt grundar yvir lív, deyða og kærleika, avleiðingarnar eftir 11. september, um NSA, Wittgenstein og um Bardo Thodol, sum er ein bók úr Tibet, ið er um deyðan. Og enn meir er í filminum. At enda syngur Lou Reed Turning Time Around, so ikki eitt eygað er turt.


Mikudagin 8. juni kl 20:00 verður ein eins nýggjur avstralskur filmur sýndur, The Daughter, sum byggir á klassiska sjónleikin Villdunnan hjá Henrik Ibsen frá 1885.


Landsbókasavnið skrivar soleiðis um upprunaliga sjónleikin, sum nýggi filmurin byggir á:

"Hjalmar Ekdal er giftur Ginu, og hann heldur, at hann er pápi 14 ára gomlu Hedvig. Ein barndómsvinur hansara, Gregers Werle, avdúkar, at tað er faðir hansara, handilsríkmaðurin Werle, sum hevur gjørt tænastugentuna Ginu við barn, áðrenn hon fann sær Hjalmar. Beint øvut av tí, ið Gregers ætlaði, vil Hjalmar síðan ikki kennast við Hedvig, sum annars hevur elskað hann yvir alt."


Danski útleigarin, 41 Shadows, sigur soleiðis um nýggja avstralska filmin The Daughter, sum byggir á gamla sjónleikin hjá Ibsen:

"Efter 15 års fravær vender Christian (Paul Schneider) hjem til sin fars bryllup i barndomsbyen. Hans far Henry, spillet af oscar-vinderen Geoffrey Rush, har været den velhavende ejer af det savværk, som har været det økonomiske fundament i generationer i byen. Christian møder sine gamle ven Oliver (Ewen Leslie) og bliver snart draget ind i Olivers familie bestående af hustruen Charlotte, datteren Hedvig og svigerfaren Walter (Sam Neill). Da Henry annoncerer lukningen af savværket, sender det et jordskælv gennem samfundet og især Olivers familie. Inden længe opdager Christian en dybt begravet familiehemmelighed og i hans forsøg på at rette op på tingene, trues idyllen for alvor dem, han forlod for år tilbage."


Víðari sigur útleigarin soleiðis um filmin: "Det håndholdte kamera og det knugende score skaber en dragende intensitet, men trods Daughters temaer om dysfunktionalitet og bedrag, giver filmen stadig håb for karaktererne for en fremtid uden synder og forræderi. Daughter er en moderne filmatisering af Henrik Ibsens klassiske og tidsløse skuespil ’Vildanden’ fra 1885. Filmen er blevet omdannet til et intenst familiedrama med sværvægterne Geoffrey Rush og Sam Neill på rollelisten og den fik stor buzz ved dette års festivaler Venedig og Toronto. Variety kaldte filmen ”dybt rørende og emotionelt sviende” og markerede den som ”en selvsikker og dybt bevægende spillefilmsdebut”".

Í Filmsfelagnum er altíð okkurt óvæntað og spennandi at síggja. Spyr bara Sofiu Loren, sum einaferð møtti Jayne Mansfield.