19.5.16

The Islands and the Whales frumsýndur í Edinburgh


Skotski Mike Day skrivar í dag, at avtala er fingin um frumsýning í Edinburgh av filminum The Islands and the Whales, sum hann hevur gjørt í Føroyum seinastu fimm árini.


Fyrr hevur Mike Day gjørt film um súluveiðu á Sula Sgeir í Hebridunum, The Guga hunters of Ness. Frumsýningin av nýggja grindafilminum verður á altjóða filmstevnuni í Edinburgh, EIFF, sum hevur 70 ár á baki. Filmsstevnustjóri er fryntliga Diane Henderson, ið fegin vil hitta nógvar føroyskar gestir, tá stevnan verður hildin í Edinburgh í døgunum 15.-26. juni í ár. - Flogsambandið er jú beinleiðis, sum hon sigur úr skotska høvuðsstaðnum.


Mike Day, sum eg avmyndaði í Norðurlandahúsinum á Mentunarnáttini, skrivar á Facebook í kvøld, at umframt at verða spentur til frumsýningina, er hann ikki minni spentur um føroyska orkestrið, sum fer at spæla á høvuðssenuni til klokkan trý um náttina. tá filmurin hevur verið vístur.


- Excited to be heading back to the first film festival I ever attended with The Islands and the Whales. UK premiere at the 70th Edinburgh International Film Festival, follow the The Islands and the Whales page for news, dates and tickets - there will also be a special event for the film at the festival HQ until 3am with a very cool Faroese band playing...,


Natalie Usher, sum stjórnar Film & Media í Creative Scotland, sigur í tíndaskrivi, at "EIFF is a key event in Scotland's cultural calendar, offering audiences inspirational, world class cinema. With debut features like Graeme Maley's thriller Pale Star and Mike Day's breathtaking documentary The Islands and the Wahles, screening alongside Jason Connery's powerfully moving Tommy's Honour and wickedly entertaining animation from the duo Will Anderson and Ainslie Henderson, EIFF is recognising and celebrating the wealth and depth of home-grown filmmaking talent supported by Creative Scotland."

Higartil hevur filmurin bara verið vístur í Kanada og USA, har hann hevur fingið góð ummæli.


Mike Day fer seinni í ár at skipa fyri sýningum í Føroyum. - I'm looking forward to announcing the Faroese premiere dates, we are working with partners to bring this home for screenings around the islands, sigur Mike í kvøld.