Skip to main content

Ferðabúgvin til Portugal!


Í dag eru allir føroyingar til reiðar at møta Portugal á heimavølli. Fokus er á fótbóltin. Hóast leikaratalið um bóltin er avmarkað, og áhugin fyri hesum fólksliga fyribrigdi er svikaligur og bundin at úrslitum, er semja um, at júst hetta er nakað serligt. Saltfiskalandið hjá Pessoa er komið higar, ikki við ússaligum dorium, men við gigastjørnuni Ronaldo, kokkum og fado tónleikarum. Undir hananum, Galo de Barcelos, omanfyri, sæst til vinstru størsta portugisiska fadostjørnan nakrantíð, Amália Rodrigues (1920-1999). Til høgru er José Afonso (1929-1987), sum helst var hin mest vinstrasinnaði sangarin í allari portugisisku plátusøguni. Hann doyði av sjúku bara 57 ára gamal í býnum Setubal, sum sjómannarímurnar hjá Hans Andriasi nevna. Setúbal, sum smakkar av saltfiski. Men eisini av einum portugisiskum Bob Dylan. Og tá Atlantsflog næsta ár fer at flúgva beinleiðis til høvuðsstaðin, Lissabon, í fótbóltslandinum, feriulandinum og fiskivinnulandinum, Portugal, tá fer undirtøkan helst at verða eins góð og til miðjarðarhavsbýin Barcelona. Tveir mentabýir, sum bara bíða eftir at føroyingar gera innrás í eini leitan eftir egnari ramsaltaðari arbeiðarasøgu í Norðuratlantshavi. Innan eg fór at blogga og at taka talgildar myndir, tað munnu vera minst trettan ár síðani, var eg ein myndleysan summartúr í Portugal. Farðleiðin er strikað inn í bókakortið hjá Politiken niðanfyri.


Meðan tey við áhuga fyri altjóða fótbólti hálova 31 ára gamla Ronaldo frá Funchal á Madeira, hoyri eg í størri mun til teirra, ið dribla við orðum, og tí hálova Fernando Pessoa (1888-1935), sum hevði 81 skrásett dulnevni. Einogfýrs. Flotta Pessoasavnið niðanfyri keypti eg í eini kirkju á bygd í Portugal. Tað var eitt gott hugskot. At kirkjur selja yrkingasøvn. Alexandur Kristiansen hevur umsett ídna portugisiska orðadriblaran, og í savninum Veingir (2000) eru tríggjar endurgivnar.


Góðan fótbóltsdyst!