Skip to main content

Heyst á Snar




Nú  er heystfrítíðin, vit hava havt Eplafestival og komandi vikuskifti er Heystfagnaður á Eiði. Tí hevur Nám endurnýggjað gomlu temasíðuna um heyst á undirvísingarportalinum Snar. Trýst á myndina og næmingarnir syngja, meðan tey skera akurin á Útisavninum í Hoyvík.


Á  fyrstu síðu verður sagt soleiðis um nýggju temasíðuna:

Helst munnu flestu lærarar hava brúkt heystið sum tema í undirvísingini í fólkaskúlanum. Við ítøkiligum fyribrigdum, sum at taka upp epli og at fletta, er evnið heyst upplagt at brúka í fleiri lærugreinum. Tað kann vera í heimstaðarlæru, heimkunnleika, føroyskum, náttúru og tøkni, og lívfrøði.


Fá  evni eru so hóskilig sum heystið at brúka í tvørgreinaligum arbeiði. Ein natúrlig progressión kann eisini leggjast í evnið, frá at seta niður epli, so sum sæst á filmi á hesi temasíðu, til tey lívfrøðiligu viðurskfiti, sum skulu til, um nakað skal grógva. Tann ítøkiligi veruleiki, at tað, sum vit sáa og seta niður, skal takast upp um heystið og etast, er ein gáva til undirvísingina. Sama er, tá ein kúgv verður skotin og flett. Er tað ov ógvusligt at síggja og vísa øðrum, at dýrið bløðir, tá tað verður slaktað? Við einfaldari tøkni, sum eini fartelefon, kunnu vit fylgja gongdini frá byrjan til endan, og taka myndir og film, sum við talu kunnu siga øðrum, hvussu alt fór fram. Við hesum seinasta í huga, eru stuttu filmsbrotini gjørd. Umframt uppskot um stutt undirvísingarevni, har heystið og strembanin at fáa mat á borðið er kjarnin, er eisini ein bókalisti, sum vísur, hvat Nám hevur av tilfari, ið er um heystið.