Skip to main content

Nýggja Kongaminnið


Í Bøkjarabrekku í Havn sæst nýtt Kongaminni til vinstru. Eftir at kongatrúgvir arbeiðsmenn í Havn í 1882 reistu eina steinsúlu til minnis um vitjanina hjá Christiani kongi níggjunda í 1874, hava aðrir havnarmenn seinastu valárini rulla ein kongaligan dregil niður eftir húsavegginum hjá Skilling. Í løtuni er tað Javnaðarflokkurin sum yvir av lokala Arbeiðsmannafelagshúsinum lýsir við fremsta og higartil einasta sjónliga valevninum til býráðsvalið 8. november, sama dag sum amerikanarar fara at velja nýggjan forseta. Gamla kongaminnið í Havn sæst tó enn á heygnum aftast í myndini. Landsverk og Fútin hava júst lýst við vegleiðandi reglugerð um valplakatir. Tær kunnu hangast upp frá fjórða leygardegnum undan valdegnum til fýra dagar eftir valið. Valplakatir skulu ikki verða til ampa fyri ferðslutrygdina. Meðan nógv verður sagt um rundkoyringar, ferðsluoyggjar og súklubreytir, verður einki sagt um ljósið á fótbóltsvøllum, sum blenda helvtina av Havnini, tá dystir eru í Gundadali. Men tað valið er meira frívillugt og røkkur tí ikki í kommunukassan. Her er ein hornalýsing frá sama verkamannaflokki úti í Grønlandi í Havn.


Sosialdemokratiski verkamannaflokkurin í Havn er ikki einsamallur at hava heilsíðulýsingar við gamla kongaminnið. Tað hava Fólkaflokkurin og Tjóðveldi eisini. Kommununali valdysturin er byrjaður!