12.10.16

Perversa pressan í Perugia


Netflix hevur gjørt tað aftur. Tey hava bílagt ein observerandi heimildarfilm, Amanda Knox, at stroyma inn í hvørja stovu. Leikstjórar eru amerikansku Brian McGinn og Rod Blackhurst, og danska Plus Pictures við Mette Heide á odda hevur framleitt.

Eg sá filmin á Netflix í kvøld. Hann er um ungu gentuna úr nýggja heiminum, Seattle, sum anarkistisk og forvitin fer til gamla mentaða heimin at verða skiftisnæmingur í Perugia. Har er hon í fimm dagar saman við italska teldunørdinum Rafaelle Sollecito, sum helst ikki veit av konufólki áður. Bráddliga eru tey í eini morðgátu, ið fær pressuna at skriva um dýriskt sex, heidnar ofringar og blóðigar perversitetir. Bretska Meredith Kercher er funnin myrd í húsunum, har báðar búgva. 


Bretski Daily Mail journalisturin, Nick Pisa, sum nú skrivar fyri The Sun, og annars er Guds gáva til óskammaðan boulevardjournalistikk, dugir at føra seg fram á italskum, so løgreglan og dómsvaldið í býnum eru so ovurfegin, at tey bera honum líkt og ólíkt, millum annað eina privata dagbók úr fongslinum, sum fer í umfar í globalu pressuni og sigur, at Amanda Knox er hiv smittað og hevur havt sjey elskarar. Hesir báðir síðstu upplýsingarnir eru bara uppspinn frá italsku løgguni at trýsta gentuna. So púra óskammaður situr hann har og sigur frá, hvussu hann við tveimum fingrum á knappaborðinum sendir søgur í umfar.


Heimsins fjórða statsvald leggur so stórt trýst á lokala heiðursborgaran og ákæran, Guiliano Mignini, ið einu løtuna heldur seg vera Sherlock Holmes og hina James Bond, at hann eins óskammaður og løggan og journalisturin tilsamans, finnur uppá fordómsfullar søgur at døma elskuliga parið í geglið í 25 og 26 ár. Seinni verða tey fríkend, ákærd aftur og endaliga fríðkend á øðrum sinni. Men tey skulu finna dóm á evsta degi, mutlar katólski Mignini fram fyri seg undir einum kirkjuhválvi í endanum. Ein nokkso kendur persónur í hesum døgum sæst eisini geva eitt boð uppá italsk-amerikansku trætuna um Amandu Knox:


Netflix filmurin um Amandu Knox er serstakliga spennandi at síggja, tí hann fer beint eftir persónunum, so vit frá fyrstu hond síggja og hoyra hvat fór fram, soleiðis sum tey fataðu hendingarnar og valdu at siga okkum tær.

Tilætlaðar misfatanir av lutfalsliga greiðum frásagnum koma greitt frá løgregluni og dómsvaldinum í Perugia, og verða varpaðar út til allan heimin frá altjóða pressuni, ið situr og slotar sum vargur við dómsdyrnar, og leggur meir afturat hvørjum setningi, alt fyri upplagstølini. Úrslitið er at ørvitisskapandi sensatiónsjournalistikkurin seyrar gjøgnum heilt og messar ein tilgjørdan veruleika út í hvønn redaksjónskrók. Owen Gleiberman, ið er fremsti ummælari á Variety, skrivaði soleiðis úr Toronto, har filmurin varð frumsýndur 9. september í ár:
The film captures how the unreality of tabloid journalism has slid through digital portals into the mainstream, becoming part of the toxic air of misinformation that we all now breathe. 
Tað er ikki júst rættarsamfelagið tú skalt kenna teg tryggan í eftir at hava sæð henda film, og hoyrt Amandu Knox sjálva siga frá, hvat henni var fyri í gamla heiminum. Umborð á eini Seattle-ferju hevur hon í endanum á stílfulla heimildarfilminum nakrar spennandi reflektiónir um ódýrið og ræðsluna í okkum øllum.

Verður viðmældur, ikki minst til skúlabrúks í hádeild og á miðnámi.