Skip to main content

Veðrið má sær sjálvum ráða


Í dag var fyrsti skúrur við heglingi. Púra óvæntaður eins og jólasølan, sum longu er byrjað. Bónus lokkar við piparnøtum og Mylnan við jólabollum. Alt fotograferð innan sama avmarkaða øki við Hoyviksvegin í Havn.


Í morgun mól hann av ymsum ættum, og við Nólsoy og rísandi sólini fyri stavn, mátti eg sanna, at viskarabløðini eiga at verða skift.


Um  svingið, har land og kommuna møtast á vegnum, kappast nøkur skelti um at verða vald, teirra millum Sjúrður, Marin Kathrina, Jesus og Helena. Og tað í nevndu raðfylgju. Smærru profetarnar á bønum varnaðist eg ikki í morgun.


Út  á seinrapartin regnar aftur. Her er vegkrossurin Fútalág-Stoffalág og oman í Tórsbyrgi, nú eisini við ælaboga.


Meðan veðrið í dag er trick or treat og nógv afturat, er vert at gáa um henda kassan á pallinum í túninum á Keypsamtøkuni. Tað má sær sjálvum ráða, veðrið.