15.11.16

Jólatrøini komin


So  eru jólatrøini komin til heilsølurnar, og eru løgd í bunkar eftir stødd, slagi og prísi.

Vetrarsólin skínur so lystiliga á tey. Í hvussu er í løtum. Tí nú er veðrið skiftandi, frá tí stillasta til tað villasta.

Jólatræði á Vaglinum í Havn verður tendrað leygardagin 26. november kl 15:30. Tað er ikki frá eini heilsølu. Fyrr kom træðið til Havnar úr vinabýnum Birkerød, men eftir at Havnin slepti smábýum og forstøðum, fór hon uppí eitt norrønt høvuðsstaðasamstarv í staðin. Tí er jólatræið í Havn komið úr Reykjavík, sum eisini sendir eitt jólatræ til Nuuk at tendra um jólini.

Tað er kunningarstovan, Visit Tórshavn, sum skipar fyri jólatrænum, jólabýnum og jólahaldinum í Havn.