2.12.16

Palindrompoesi og rúmdarræðsla


Hannah er navnið á dóttirini, sum ikki er meir. Navnið, sum kann stavast báðar vegir, eins og eitt fremmant mál, ið kann skrivast við vinstru og høgru hond samstundis, og savnast á miðjuni, til tess at geva meining, treytað av, at tú dugdi at lata pláss verða eftir til miðsavnandi meiningina. Sama íbygda frásøguhugsan sum í spanska Los amantes del círculo polar (Julio Médem 1998) har vit hoyra um Otto og Ana.


Filmurin Arrival (Dennis Villeneuve 2016) byrjar við at undirvísingin í portugisiskum hjá mammuni, dr. Banks (Amy Adams), verður brotin av, tá næmingarnir síggja bráðtíðindi á øllum miðlum um tólv rumdarskip, sum eru lend á úrvaldum støðum, millum annað í Kujaleq kommunu í Grønlandi.

Ímeðan verða strofur úr veggjaskriftum og poppsangum havd á lofti. Um einasta amboð í tínum hondum er ein hamari, sum Gretchen Peters syngur um, tá er heimurin einki annað enn ein nagli.

Eins og í norska Louder Than Bombs (Joachim Trier 2015) og í amerikanska Tree of Life (Terrence Malick 2011) er saknur og sorg blindramman, sum søgan Arrived er spent út yvir.

Upphavið til søguna á filmsløriftinum er kinesiskt-amerikanski science-fiction høvundurin Ted Chiang (f.1967), sum í The Story of your Life viðgerð talaða málið, sum í einum avgerandi føri á jarðiskum máli er vápn og á týddum rúmdarmáli, heptapodskum, er gáva. Júst hesi orð eru avgerandi, tá fremmanda innrásin skal skiljast og greinast, so kríggj ikki brestir á. Mótvegis tøkni og politikki, skal málvísindin verja Jørðina, so Kina, Russland og Sudan ikki fara í kríggj.

Um lingvistinum eydnast at fyribyrgja einum heimsbardaga, mugu tit sjálvi síggja í biografinum. Sum biografgangari er tað enn meira eggjandi, at síggja henda filmin mitt í Havn, samstundis sum allur heimurin eisini hyggur og skiftir orð um hann.

Longu innan filmurin byrjaði vóru tríggir brellbitar úr øðrum aktuellum framtíðarfilmum vístir. Hetta bendir greitt á at sjangran við framtíðarfilmi, science-fiction, stendur sterkari enn nakrantíð.

Men hesin filmur er ikki so bundin av deyðari tøkni, rúmdarførum og gadgets, sum plagar at styggja meg burtur frá hesi filmsgrein. Arrived er av øðrum slag, millum annað nútíðarfilmur við nútíðar húsum, bilum og búnýtum. Og bestur er hann, tá hann setur málvísindaliga høvuðspersónin, lingvistin, upp móti alisfrøðinginum. Er tað gáva ella vápn?

Í Arrived eru hvørvisjónir, ið standa leingi á nethinnuni. Filmurin sæst í stóra og lítla salinum í Havnar Bio. Niðanfyri eru klipp úr donskum miðlum, sum hava ummælt filmin: