24.12.16

Stórbýarjól


Her er kavajólamaðurin hjá grannabørnunum í morgunmyrkrinum heima í Tórsbyrgi. Aftanfyri hómast hjallarnir, sum gjørdust nøkur kjøtstykki fátækari, tá vit í fyrramorgunin koyrdu við grannunum, Bjørg og Dániali, vestur á flogvøllin, har nýggi William stóð fyri okkum.


Í ár halda vit jól hjá Jógvani á Amager og nýggjár heima í Tórsbyrgi saman við Hanusi og Marjun. Niðanfyri er jólahosan, sum Benadikta seymaði í New Orleans í 1992, eina til Jógvan og eina til Hanus, sum heldur jól hjá Marjuni og teimum á Argjum. Vit heilsa :-)


Longu á flogvøllinum er sjón fyri søgn, hvussu væl føroyskt kokkakynstur og matlist stendur í løtuni. Í risastóru bókini The Nordic Cook Book er góð føroysk fylla, sum sæst væl aftur.


Føroysku rávørurnar eru góðar, og standa seg væl í altjóða kokkakynstri, eisini tá smakkfulla serveringin er einføld, sum hesir skornu bitar av einum Kollstjógvi av Eiði afturvið jýtskum rugbreyði og jólaøli.


So bjóðar Ivan ein jóladøgurða á Bistro Royal við Kongens Nytorv. Eftir døgurðan eru stundir til eina selfie í myrkrinum framman fyri Magasin.


Ljósskeltið á Kongsins Nýggju Torvheiðum skínur yvir ríkið, og kastar glans í hvønn krók. Kann ikki hugsa mær betri stað enn henda til landsfund í Sambandsflokkinum. Her eru, sum skrivað stendur, jólagávur til alt Ríkið.


Men stórbýarjólini eru í ár merkt av yvirgangsatsóknini í Berlin, tá ein tunesiskur bilførari koyrdi við einum pólskum Scanialastbili við treylara beint í eina mannamúgvu, so tólv doyðu og hálvthundrað fingu skaða. Vegforðingar eru settar upp við gongugøtur, so óðir lastbilaførarar ikki kunnu endurtaka illgerðina í Keypmannahavn.


Vit møta fleiri føroyingum, sum hugna sær við gløggi á Hviids Vinstue og Skindbuksen. Framvið Pilestræde er eisini sett ein vegforðing at verja móti yvirgangi.


Í Lille Kongensgade er heimleysi jólamaðurin setstur at rinda stórbýarmøðina.


Nú er tollaksmessudagur og vit pakka og matgerða, so klárt verður at eta donsku jóladunnuna og nýroyttu gásina úr Nólsoy við Waldorfsalati og øllum afturvið heima hjá Beintu og Shane á Islands Brygge í kvøld. Síggjast - og øllum teimum, sum vit ikki síggja, ynskja vit eisini eini gleðilig jól!