13.2.17

Atlas fyri heim og skúla - men ikki fyri løgting


Okkara vegna er Uttanlandsnevnd løgtingsins á almennari ferð í Ísrael. Tað boðaðu tey frá á Facebook sunnudagin. Forkvinnan, sum er lærari, endurgevur eitt danskt landakort, sum fær øll míni líktorn upp at bløða, tey eru nokkso nógv, og skrivar so, hvussu ferðaætlanin er.


Ein frálík ferðaætlan, var tað ikki fyri, at sendinevndin brúkar hetta fremmanda og ikki-føroyska landakortið at definera heilaga landið. Seinna og nýggjasta útgáva av almenna føroyska atlasinum ger nógv burturúr at lýsa hesar leiðir á eini heilari opnu, so sum sæst niðanfyri. Gamaní var eini løgtingslimurin, ið stríddist sum úlvur á skóg móti atlasinum, og púra óskammaður setti samgongufelaganum við mentamálum 56 spurningar á tingsins røðarapalli, sum hevði hann sítt egna Saturday Night Live Show, farni løgtingslimurin. Hóast hann ikki er tingmaður longur, er hansara missión týðuliga eydnast. Tinglimir brúka ikki føroyska atlasið tá teir eru úti í heimi og møta tí fremmanda, sum teir í dagligum strevi skulu definera, ikki bara fyri sær sjálvum, men okkara vegna. Hóast tingbrillurnar eru danskar, varð nógv gjørt burturúr heilaga landinum, Ísrael og øllum Miðeysturspurninginum tá atlasið kom úti í 2014, so sum sæst niðanfyri: