10.2.17

Málið sum bringuprýði


Í trýss ár hevur Útvarpið verið málsligi skansin. Sjálvandi valdast skansar og kanónir, men í trýss ár hevur Útvarpið telgt málið í okkara hondum. Oftast hegnisliga, men í hvussu er organiskt, so sum tíðarandin hevur verið. So kunnu einstaku originalarnir siga seksti og mæla til broytingar frá tí normala so galið teir vilja. Eingin føroyingur, sum eg møti á gøtuni sigur sjeyti fimm, ella at vit nú eru í tjúgu og seytjan. Vit eiga at ganga eina miðleið, sum savnar og skapar eina samanhangskraft í fólkinum, heldur enn altíð at dyrka besserwizzers, serliga teir við einum til høvið nýuppfunnum akademiskum diskursi í teirra króki av veruligheitini. Ikki tí, eftir sum vit onga satirutradisjón hava í Útvarpinum longur, so er alment undirhaldsvirði í tí. At billa fólki inn, at tað sum tey alt lívið hava kallað eitthvørt, yvirhøvur ikki eitir so. Meini so við. Veit ein føroyskur hundur av, at hann eitur hundur?