Skip to main content

Skálafjørðurin vil hava Setrið


Nú siga tríggir politikarar av bygd, at almennir skattfíggjaðir stovnar skulu rekast út úr fjølbygdum øki, og sendast út um landið at virka, helst har, sum eingin trívist og færri búgva.

Bygdamenning kallaði man einaferð henda nevrotiska skriviborðstanka, sum nú aftur er komin upp at blása á tingi.

Tó, einasti ítøkiligi stovnur, sum politikarin nevndi í samrøðuni við Útvarpið í kvøld, er Fróðskaparsetrið.

- Tað trýstur Havnina, sigur hann um Setrið. - Far út um Havnin við Setrinum, so fært tú parkeringspláss og fyrstaklassa skrivstovur her inni á Skálafjørðinum.

Samstundis hoyra vit um el og telefonsamband, sum slitnar og strandferðslubátar, ið ikki kunnu sigla og leggja at, tí veðrið er so ringt, og ikki er hugsingur um at lækni, lærari ella prestur kunnu koma í oynna, tíansheldur at hava renovatión og handil við gerandisvørum.

Skal føroyska vælferðarsamfelagið haldast í hevd, er tí einki annað at gera, enn at steingja smápláss og útoyggjar um veturin. Hetta til tess at verja borgaran og veita honum javnt somu skattafíggjaðu tænastur alt árið í kring. Óansæð hvar hann býr, so má útoyggjabúgvin flytast inn á meginlandið til okkara, tá veðrið er ólagaligt, helst allan veturin. Tá eigur at verða sløkt og stongt á útoyggj. Við tvingsli um neyðugt.

Tá hava vit einar javntsettar og samhaldsfastar Vælferðarføroyar.

Óskipaða lívið á útoyggj, kunnu vit á meginlandinum ikki longur veita trygd fyri.