24.2.17

Tíðarleys búning


Í 1968 tók George Harrison uppá band heima í Esher í Surrey, tá hann sang While My Guitar Gently Weeps. Nøkur orð, kanska tey bestu, komu ikki við, tá hann seinni bleiv kendur við hesum sama sangi. Haldi, at besta reglan, sum ikki kom við, er henda: "As I'm sitting here, doing nothing but ageing." Í og fyri seg eru hetta júst somu orð, sum Janus Djurhuus yrkti í Kvøldarsangi, tá hann tekur saman um við útgangsorðunum: "Har, ið eg á foldartíma vóð."


Hetta var karmurin, alt er við, byrjan og endi, um konsertina hjá Stanley Samuelsen í Reinsarínum í mentanargøtuni mitt í Havn í illveðrinum í kvøld. Tíðarleys búning.


Maðurin er ein, gittarnir tveir. Hin ljósi er ein hetlendskur Flatbush, og hin myrki ein kanadiskur Art & Lutheries, modell Ami, sigur Stanley, stemmar og slær ein klingandi tóna. Hans Andor er ljóðteknikari og alt klingar turt og broyskið upp undir loft og sperrur í gamla pakkhúsinum, sum seinni gjørdist reinsarí. Dótturin, Astrid, selur fløgur og gongur pápanum til handa. Vakurt at eldast í tónleiki. Veit í løtuni ongan annan, ið nærkast eftirlønaraldri, og hevur dyrkað popp síðan hann var tannáringur, og enn endurnýggjar seg sjálvan ár eftir ár. Tað er Stanley. Uttan at gloyma Kára P og fleiri onnur.


Stanley hevur eina góða skrá við Janusi og Hans Andriasi, Christiani Matras, Fríðriki Petersen, Jóannesi Patursson - sum Stanley sigur eiga vakrasta føroyska kærleiksang Var tað so tú segði - Tom Paxton og George Harrison, sum hevur føðingardag, og hevði fylt 74, var hann ikki hildin uppat at doyggja, tann Harrans dag 21. november í 2001.


Stanley fryktar fyri veðrinum, nú hann skal til Suðuroyar í morgin, takkar havnarfólki fyri at tey møttu, hóast Gekk og storm. Hann syngur Regn og aftur regn, um Siðsta gorfuglin og at Mín størsta sorg er ein kvinna. So er tað Harrison og Here comes the Sun og Tíðin, sum við sniðfundigum fingraspæli rennur sum streymur í á. Og so fór streymurin í Havn. Kanska var tað eitt omen, eitt tekin, um at handan allar sýnir eru fleirtals gudar, akkurát sum Harrison syngur um í Awaiting on you All. Tey hava lovað mær at syngja hann einaferð, Astrid og Stanley.

Takk fyri góða konsert, sum altíð, Stanley!