17.3.17

Hvør man fáa Móðurmálsvirðislønin í ár?


Móðurmálsvirðislønin verður aftur í ár handað á føðingardegi V. U. Hammershaimbs, sum er 25. mars. Tá verður Móðurmálsdagurin hildin í Løkshøll í Runavík frá kl 13:00-16:00, har Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Sosialurin og Móðurmálslærarafelagið skipa fyri. Virðislønin er 25.000 kr.

Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin í ár. Evnið verður lýst í fimm stuttum fyrilestrum.

- Við at seta sjóneykuna á yrkismál, vísir Málráðið á týdningin á øllum økjum at hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti og øllum tí, sum fólk fáast við í sínum yrki, verður sagt á heimasíðuni hjá Málráðnum.

Klokkan 13:00 bjóðar Zakaris Svabo Hansen, formaður í Málráðnum, vælkomin. Síðan setur Rigmor Dam, landstýriskvinna við Mentamálum, Móðurmálsdagin. Eftir at Elinborg Pálsdóttir hevur sungið, fer Jógvan í Lon at røða um yrkismál og almannamál. Honum á baki kemur Elin Henriksen, sum ger roknibøkur fyri Nám, og fer at røða um Yrkismál í støddfrøði. Eftir fyrilestur hjá Marjuni Arge Simonsen um Yrkisorðagerð, er kaffisteðgur í matarhøllini í Løkshøll. Eftir steðgin eru tveir stuttir fyrilestrar. Hin fyrri er Yrkismál í evnafrøði, sum Maria Dam heldur, og hin seinni er Føroyskt ítróttamál, sum Randi Kúrberg heldur. Eftir hetta verður Móðurmálsvirðislønin handað.


Í 2012 fekk Høgni Djurhuus Móðurmálsvirðislønina í Fútastovu í Havn við hesum orðum frá Birni Kalsø:

"Á móðurmálsdegnum 25. mars verður Móðurmálsvirðislønin 2012 latin journalistinum Høgna Djurhuus fyri klummur, sum hann í mong ár hevur skrivað og borið fram í føroyskum miðlum. Klummurnar eru nýskapandi við sniðfundiga hugsaðum vinklum og málsligum snildum, fyrst í Útvarpi Føroya, síðan í bløðunum Fregnum, Vinnuvitan og Sosialinum.

Høgni Djurhuus er hendinga snildur við penninum og dugir at spæla sær við málinum. Í klummunum bjóðar hann málinum av, gevur tí flog, samstundis sum hann krevur nógv av sínum lesarum. Lesarin, ið gevur sær stundir, varnast nógv tekstløg, sum hvørja viku gera miðlarnar fjølbroyttari.

Fyri at hava ríkað móðurmálið á henda hátt fær Høgni Djurhuus Móðurmálsvirðislønina 2012, sum Dimmalætting, Sosialurin, Kringvarp Føroya, Føroyska málnevndin, Nám og Mentamálaráðið lata."


Í 2015 fekk Hans Mortensen Móðurmálsvirðislønina í Nýggjustovu í Havn við hesum orðum frá Birni Kalsø:

"Við sínum greiða málpolitikki í lýsingum og øðrum handilsligum tekstum hevur Hans Mortensen slóðað fyri einum framúr góðum máli í nútímans føroyska handilsyrkinum. Eitt livandi lætt mál, sum hevur sett síni spor víða um í samfelagnum.

Heilt frá stovnanini av SMS í 1977 hevur Hans Mortensen lurtað eftir, lagað og snøggað føroyska handilsmálið, soleiðis at tað í dag er eitt mál, vit øll við virðing hava tikið til okkara.

Orðingar í lýsingatekstum og handilsheitum hava verið soleiðis, at hugburðurin tykist hava verið, at her eru tað vit øll, sum bæði keypa og selja. Við útgávum av SMS-blaðnum og øðrum lýsingabløðum hevur Hans Mortensen, langt áðrenn hetta var ásett við lóg, átt sín stóra leiklut í, at eitt føroyskt handilsmál hevur ment seg og hildið kósina.

Nevnast  kunnu eitt nú heitini á nøkrum handlum, sum virka ella hava virkað undir sama taki á Trapputrøðni:

Bakarin Bindibúðin Bókaløðan Bókasølan Daddan Dáin Elding Feðgar Fípan Flykran Fotobúðin Fríðkan Gellan Gongin blómur Griffilin Heilsa Hornið Í Skotinum Ítróttur  Klávus Klivin Klokkan Látrið Leikan Litbrá Miklagarður Perlan Rit & Rák Rumbul Skálkur Skósmiðjan Slaktarin & Krásadeildin Stakksmiðjan og 3-arin.

Fyri henda ósjálvsøkna, men miðvísa málpolitikkin, vilja vit í dag heiðra Hans Mortensen við Móðurmálsvirðislønini 2015."