30.4.17

Brad Paisley um selfi mentan


Hann setur hattin, sum hann vil, countrysangarin Brad Paisley. Nýggja útgávan Love and War er hin fyrsta í hesi sjangru, sum eisini er ein visuell útgáva. Tónleikur við filmi. Og til revsandi sangin selfie#theinternetisforever hevur hann fingið fólk at senda inn sjálvsmyndir og -filmklipp frá løtum og støðum, sum fyrr vóru nevndar í gaman og álvara. Sum eg skilji revsandi útsøgnina hjá Brad Paisley, nú hann hevur sett sjálvsmyndirnar saman, so er enki heilagt longur, enn minni privat. Alt er gaman og einki er álvari. Her eru myndir av jarðarferð, har vit síggja niður í opnu kistuna, og tá ið Paisley setur seg sjálvan inn í filmin, er hann á vesinum, og í speglinum síggja vit hansara beru reyv. Ein country superstjørna sum mentanarligur revsari. Tað var ikki gamalt, fyrr enn nú. Við á nýggju útgávuni hjá Brad Paisley eru Mick Jagger, John Fogerty og Timbaland.