21.4.17

Einki norðurlendskt í Cannes


Burtursæð frá trimum stuttfilmum, er einki norðurlendskt á skránni í Cannes, tá árliga filmstevnan verður hildin í døgunum 17. - 28. mai.

Hetta er hin 70. filmstevnan í røðini. Á reyðu plakatini sæst italska Claudia Cardinale á eini franskari tekju í 1959, tá hon var 20. Í dag er hon 79 og segði á enskum, tá hon sá plakatina: “I am honoured and proud to be flying the flag for the 70th Festival de Cannes, and delighted with this choice of photo. It’s the image I myself have of the Festival, of an event that illuminates everything around…Happy anniversary!"

Kanska hevur hon ikki varnast, at plakatmeistarin hevur smalkað miðju og lør, ivaleyst í samsvar við, hvussu kvinnuligar fyrimyndir eru broyttar á filmi hesi árini.


Italska Monica Bellucci er vertur, tá filmstevnan byrjar og endar í Cannes, og byrjanarfilmurin er franski Les Fantômes d'Ismaël (Arnaud Desplechin). Formaður í dómsnevndini í ár er hin kendasti spanski leikstjórin, Pedro Almodóvar.


Verri er við norðurlendsku umboðanini í Cannes í ár. Síggja vit burtur frá finska stuttfilminum Katto og svenska stuttfilminum Push It, sum eru við í kapping, og svenska stuttfilminum Min börda, sum ikki er við í kapping, so dugi eg ikki at síggja nakran norðurlendskan film í teim 11 sýningarskráunum, heldur ikki Submergence hjá týska Wim Wenders, sum hevur eitt brot úr Føroyum, og sum avísin The Guardian sigur verða ein av bestu filmum í ár, hóast eingin hevur sæð hann enn.

Í høvuðsskránni, har kappast verður um Gylta Pálman, Palme d'Or, er fleirfaldaði Cannesvinnarin úr Eysturríki, Michael Haneke, við Happy End, sum Filmsfelagið fer at vísa í vetur. Filmurin er um eitt húski í franska býnum Calais, har flóttafólk eru baksýnið.


Ídni franski François Ozon, ið gjørdi Frantz, sum Filmsfelagið júst hevur víst, fer at vísa erotisku nøtrisøguna L'Amant double, og russiski meistarin úr Novosibirsk, Andrey Zvyagintsev, fer at vísa Loveless, sum er enska heitið á filminum um sonin, ið hvørvir, tá foreldrini ætla at fara hvør til sítt. Andrey Zvyagintsev man hava gjørt sterkasta filmin í Filmsfelagnum, Leviathan, sum elvdi til streymslit í øllum landinum, tá hann varð vístur í Havnar Bio. Grikski leikstjórin, Yorgos Lanthimos, sum fyrr hevur gjørt Dogtooth og The Lobster, fer at vísa The Killing of a Sacred Deer, sum er ein psykologisk ræðusøga. Sterkar evropeiskar søgur á filmi, sum eisini er eyðkennið fyri skránna í Cannes, ið er fremsta listaliga filmstevnan.

Umframt vána úrtøkuna hjá Norðurlondum í ár, hevur Netflix skapt rok á skránni í Cannes. Fyri fyrstu ferð eru tveir Netflixfilmar á biograffilmsskránni í listaliga filmsbýnum. Teir eru Suðurkoreanski Okja og amerikanski The Meyerowitz Stories, sum kappast í høvuðsskránni og tí kunnu vinna gull. Nú er kappingin um filmsløriftið eisini á teldu- og sjónvarpsskíggjunum heima í privatu stovunum.