8.4.17

Reyvpulararæðsla


Einki er sum føroyskt og at gera nýggj orð, helst við bókstavarími tá tú liggur við krími. Afturvið Kringvarpinum kom orðið reypulararæðsla í fingrarnar í morgun, leyp niður á knappaborðið og blinkstraði á skerminum. Reyvpulararæðsla (kv). Situr væl, hatta orðið, og sigur akkurát tað, sum eg hugsi, hóast orðið ikki var til í áðni. Reyvpulararæðsla. Innihaldsríkari og kjøtiligari enn tað stovureina homofobi, sum nú hevur mist glansin, tí tað hevur staðið so leingi. Innansunds rekur so hart á kíkin, at vit mugu hava nýggj óslitin orð, ið støðugt standa mát við innihaldið og ikki missa stirðilin. Reyvpulararæðsla er í dag tað rættasta orðið at lýsa teir politikarar, sum sita á tingi og brúka okkara tíð at siga endaleysar røður móti øllum, sum í stórbýnum ikki sampakkar við teirra heimatrúgv, og ber brá av at bøta um borgarlig rættindi hjá teimum, ið ikki er sum fólk flest. Í hvussu er í teirra bygd. Stinga vit ein fepurstokk í reyvarholið á førdum føroyskum politikki beint nú, so er tað úrslitið vit fáa. Parlamentarisk reyvpulararæðsla uppi í reyða feltinum. Viðgerin er tíð. Einki annað. Undir valkortinum hevur alt sína avmáldu tíð. Eisini reyvpulararæðslan. Teir brøðrapolitikarar sum eru so óðir eftir verðini, at teir heldur sita á tingi enn at ganga í kirkju, eru føddir við ektaðari reypulararræðslu. Eins og tey, sum teir ávarða ímóti, tí tey ikki eru sum hini og tí mugu í viðgerð. Tey eru fødd við tí. Men tey fáa hvørki løn ella høvi at binda okkara tíð. Eftir skattafíggjaða reyvpularaparlamentarismu í átta tímar, er málið nú farið í nýggja viðgerð í nýggjari nevnd. So tvær ferðir brestir hon aftur, reyvpulararæðslan hjá brøðrum á tingi. Hví fara teir ikki í kirkju heldur?