24.5.17

Biograf Føroyar


Óspiltu Føroyar eru vælsignaðar við biografmøguleikum, soleiðis plein air í norðuratlantiskum myrkri. Sum sæst omanfyri verður nýggjasta løriftið, eitt veggvarp við umfarsljóði, sett upp á Skála. Tað varð fráboðað á borgarafundi í gjár, haðan myndin omanfyri er nápað.

Havi frá filmskennarum hoyrt, at á Glyvursnesi eru so góðir plein air biografmøguleikar, at til ber at flyta inn har, og bara síggja film, allan kringin, tá sólin ikki sær.

Fyrr havi eg varnast tvey onnur góð og fulkomuliga óspilt uttandura drive in sýningarstøð í Føroyum. Fyrra er á Gomlurætt, sum skjótt verður ein dead end, tá undirsjóvartunnilin verður boraður, sprongdur, grivin og asfalteraður, so vit slettis ikki koma til Skopnar. Men óspilta løriftið fer at hanga her eina tíð, og tað er so stórt, at biografmaskinan kundi staðið úti í Hesti.


Triðbesta plein air biograflørift í óspiltu Føroyum er í Norðragøtu.

Har eru sjáldsama góðir møguleikar at vísa av damlandi báti, so filmsupplivingin kann vagga og rulla.

Millum Thorshavn og Norðlýsið sæst hetta uttandura filmslørift so sjáldsama væl av Gøtuvík.

Kom í biograf í óspiltu Føroyum!