18.5.17

Euphoria Evening


Vegurin til House of Blues á Mandalay Bay gekk framvið einum egyptiskum sfinski og pyramidum við so sterkum toppljósi, at rúmdarmenn sóu tað í ringrás. Innan konsertina fekk eg southern soul food - Jambalaya við sterkum gulum pipari og søtum flatbreyði (Myndir: Cornell MySpace og Birgir Kruse)

Endurpostaður bloggur frá 7/8-2008:

Í nøkur ár hevur fløgan Euphoria Morning verið mín yndisfløga. Upphavsmaður er Chris Cornell, ein frálíkur sangari, ið ljóðar sum ein samandráttur av øllum tí tónleiki eg lurtaði eftir í 70’unum. Deep Purple, eftir Ian Gillan, Paul Rogers í Free og Bad Company - og í løtum við einum farra av Led Zeppelin og Ritchie Blackmore, men tá er tað meiri á gittarsíðuni. Og so er allar ræddarreferansurnar eisini at hóma úti í tí fjara - Journey, Kansas og so framvegis.

Chris Cornell er í mínum huga hin besti 70’ara sangarin, sum ikki er úr 70’unum. Hann er nógv yngri enn so. Kom fram síðst í 80’unum við Soundgarden og var stórsta Seattle navnið tá Náttarravnssendingin fór í luftina á sinni. Thanks, Heðin, Jónheðin, Eyðbjørn og Hjalmar!

Síðani hevur hann sungið í einum James Bond filmi og saman við Eddie Vedder úr Pearl Jam, meðan nýggjasta solo við Timbaland er sindur ivasom.

Chris Cornell hevur eina undarliga skeiva glissando rødd, sum er absolutt hugtakandi í hesi sjangru. Serliga tá hann fer nýggjar, óvæntaðar leiðir og tulkar Billy Jean hjá Michael Jackson. Bravo. Men toppurin var sjálvandi Black Hole Sun. Og so eitt aktustiskt solosett mitt í konsertini, sum var í House of Blues í Las Vegas gjárkvøldið. Strangliga bannað at fotografera, so eg havi tikið myndina av MySpace síðuni hjá Cornell.

Bólkurin var: Chris Cornell sang, Yogi Lonich guitar, Peter Thorn guitar, Corey McCormick bass, Jason Sutter trummur og ein urguleikari, sum eg ikki fekk navnið á.

Trummusláarin var eitt gosfjall og teir báðir guitarleikararnir vóru fínir og peikaðu beint aftur á Jimmy Page og teir stóru góðu gomlu, ið byrjaðu at lyfta svarta amerikanska arvin á hvítu bretsku bluesscenuni, hinumegin Atlantshavið.

Soleiðis gongur alt í ring.

Og nú fara vit til Grand Canyon og tankarnir leita til frálíka brotið í Brá úr USA, har Steinbjørn B. Jacobsen rennur undan skugganum í setandi sól í Grand Canyon. Tað krevur sín mann.

(7. august 2008)