27.6.17

Arbeiðsgleði


Í morgun minnir Facebook meg á hetta fýra ára gamla uppslag um arbeiðsgleði. Av onkrari orsøk havi eg í hægstu feriutíð fyri fýra árum síðan leitað meg fram til at orðið, hugtakið og støðan yvirhøvur, at kenna arbeiðsgleði, er ikki til á føroyskum. Leitingin gav einki úrslit, varð sagt. Interessant at Facebook verður okkara kollektiva minni og pláss, har vit skifta um meiningar og fáa minnið at grógva. Nú er orðið til í føroysk-ensku orðabókini hjá Sprotanum: "zest, pleasure taken in one's work; (nøgdsemi) job satisfaction (t.d. schemes to improve job satisfaction); tað oyðileggur arbeiðsgleðina it takes all the pleasure out of one's work."

Tað gongur framá.