10.7.17

Gróðurin minkandi


Sólvá Jacobsen, sum er lívfrøðingur á Havstovuni, fegnast um áhugan fyri tí gróðuri, Phaeocystis, sum hevur verið at sæð við strendurnar kring oyggjarnar.

Á myndini er Sólvá umborð á rannsóknarskipinum Magnusi Heinason. 

- Eg standi við eitt tól, nevnt ein CTD. Tá kanningar verða gjørdar, verður tólið lorað niður ígjøgnum sjógvin. Í tólinum er eitt fluorometur, sum mátar gróðurin í sjónum. Eisini eru viðheftar fløskur, ið kunnu latast aftur á dýpum, sum vit velja. Tann sjógvurin kann síðani kannast fyri nógv ymiskt, til dømis ber til at kanna algusløg, sigur Sólvá.

Sunnudagin 2. juli í ár, tá eg tók hesa og niðastu myndina, vár nógvur gróður at síggja um alt landið. Tann dagin var bloggurin Skúm frá algu nógv lisin.


- Vit sóu eisini sera nógvan Phaeocystis gróður í 1995, og annars sæst eitt sløð av Phaeocystis flest øll ár. Gróðurin er nú minkandi, mest sannlíkt tí at tøðsøltini ganga undan. Yvirhøvur, hevur hettar verið eitt gott ár viðvíkjandi gróðuri á Landgrunninum. Vónandi fer tað at síggjast aftur í botnfiskastovnunum, sigur Sólvá Jacobsen á Havstovuni.

Sólvá hevur lisið lívfrøði í trý ár á Fróðskaparsetrinum, árini 2004-2007, og í 2013 varð hon Cand. Scient. í lívfrøði við Københavns Universitet.

- Eg byrjaði á Umhvørvisdeildini á Havstovuni í 2008, og arbeiði í dag sum plankton lívfrøðingur, tað vil siga við plantuæti, djóraæti og fiskalarvum, ella plankton, ið er tað, sum ikki kann svimja ímóti streyminum. Í løtuni eri eg í gongd við eina tvey-ára verkætlan um livilíkindini hjá toska- og hýsuyngli á føroyska landgrunninum, sigur Sólvá Jacobsen.