11.7.17

Leonard Maltin: Internetið útvatnar filmsummæli


Fyrr las eg hvørt orð, sum amerikanski filmsummælarin, Leonard Maltin (f.1950), skrivaði um film. Knappi og beinrakni stílurin var so hugtakandi, at hvørt ár keypti eg Leonard Maltin’s Movie Guide, og onkuntíð eisini aðrar filmsárbøkur, sum tær hjá Halliwell, ið eisini fingust á íslendskum eitt skifti.

Men í 2015 helt Leonard, at internetið hevði oyðilagt alt. Ikki bara pappírsmarknaðin, men eisini alt vitborið filmsummælaravirksemi. Einki var sum fyrr. Internetið útvatnaði alla skriving um film og ummæli av filmi. So hann gavst.

Tað endurtekur Leonard Maltin í samrøðu við filmstíðarritið Screen, sum um dagarnar hevur hitt hann á filmstevnu í lítla kekkiska býnum Karlovy Vary. Hóast færri enn 50.000 fólk búgva í býnum, hava tey síðan 1946 verið vertir fyri eini altjóða filmstevnu við kendum gestum. Fleiri enn 200 filmar verða vístir, og tey hava fingið evropeiskar filmsmyndugleikar at leggja fundir og tiltøk har. Fyrstu virðisløn, Kristall Globusin, fekk kekkiski filmurin Little Crusader (Václav Kadrnka) í ár.


Í samrøðu við tíðarritið Screen, sigur Leonard Maltin nú, at “there’s no shortage of good and intelligent film critics. There’s a lack of interest and there’s a dilution of criticism in general because of the internet and social media. On one hand one has to applaud the democratisation of communication. There are no gatekeepers, so everyone can write as they please. But the flip side of the coin is there are no standards being upheld, that’s risky, that’s dangerous. I do think something has been lost. I don’t want to sound like an old fogey, but I remember how much it meant to me when I was first published, as a kid, it meant I’d reached a certain goal or status…you are good enough to be published. But now you can publish yourself. When people ask me what qualities critics should have I have a stock answer, it should be equal parts passion and knowledge, and the knowledge comes from experience. If you’ve never seen silent films, or foreign language films, if your education with film begins with Star Wars then you’re handicapped.”

Leonard Maltin er tó ikki argari enn so inn á internetið, at hann nú kann síggjast og verða lisin á sama stað, internetinum, á egnu heimasíðuni Leonard Maltin. Men saknur er í honum, Leonardi Maltin og tjúkku, árligu bókunum, sum eru so herrligar at strika í og nema við. Við vanda fyri at verða mettur sum retarderaður í vitanarsamfelagnum, vil eg tvíhalda um, at taktila bókin hevði nakrar dygdir, sum eg av og á sakni. Av og á. Men bara tá stundir eru og einki finst á netinum. Tá kíni eg Maltin, ið liggur kúrrur á loftinum, og murri: "Einki var sum fyrr!"