12.7.17

Siglandi gestir á Áarvegnum


Undir Hotel Hafnia og í Kaspartúninum mitt fyri á Áarvegnum í Havn var tjúkt av fólkið í morgun. Ilt var at siga, hvaðan tey komu, tí eingin mælti eitt orð. Tey stóðu bara og hugdu niður í gonguteigin.


Tá eg kom nærri varð greitt, at tey leitaðu eftir ókeypis internetsambandi. Tað bar boð um, at tey komu av einum ferðamannaskipi, har wi-fi sambandið sigst verða ógvuliga dýrt, ja so dýrt at ávarað verður ímóti tí, sum til dømis umborð á Norrönu.


Stuttligt er at síggja, hvussu ferðafólk beinanvegin laga seg til nýggjar tíðir og nýggjar møguleikar í øllum havnum og býum í verðini. Giti, at í dag fóru fleiri ferðafólk ein gongutúr at uppliva býin sjálvi við egnum iPad ella iPhone í hondini. Giti samstundis, at færri munnu fara gamla obligatoriska busstúrin út úr býnum og til nærmastu bygdirnar at hoyra ivasamar víkingasøgur.


Men kanska er ferðavinnan enn føst í gomlu ferðavinnuhevdini, at kroysta seg í ein buss, koyra út og koyra heim, kanska við einum fotostoppi. Í hvussu er unni eg fremmanda ferðafólkinum munandi betur at ganga í Havnargøtum uppá egin hond og bara uppliva fólkið og býarskotini. Sleppa vit lokalu í størri mun at møta tílíkum ferðafólkum í gøtunum, heldur enn at síggja súsandi bussar, sum einki leggja eftir sær í smábygdunum, so er eitt nýtt ítøkiligt vakstrarlag at síggja í Havnargøtum.


Ítøkiliga vakstrarlagið sæst tá stór ferðamannaskip vitja Havnina. Í dag er tað týska Mein Schiff 3, sum er næstan 300 metrar langt og tekur 2500 ferðafólk. Skipið kom í morgun úr Reykjavík og fer longu avstað aftur í kvøld til Skagen.


Starvsfelagin Pól og eg koyrdu ein túr at heilsa uppá ferðafólk, og ætlaðu at enda í Álakeri, har Jústines ger motorin kláran umborð á Brandan.


Men ein liður var eftir á túrinum. Sonur Pól, Jóan Pauli, byggir hús í Brøttulíð. Meðan hann siglur burturi í øðrum londum parkera vit niðanfyri, í Grønulíð, og minnast grønu Mikkjalstrøð og reksa upp, hvør búði í hvørjum húsum her um leiðir. Og áðrenn vit vita av, standa vit í túninum á húsunum, har vit búðu í 1965 til 1971. Hvarvið 12 var adressan. Pól tók myndina uttan at eg varnaðist. Og so varð søgan í gomlu Havnini úti. Snipp, snapp - Hvarvið!