Skip to main content

Filmsfelagið



Í skránni fyri Filmsdagar í Felag standa hesi orð um Filmsfelagið:

Filmsfelagið er elsta felag í landinum, ið hevur film sum áhugamál og virksemi. Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Hetta felag sovnaði í 1975.


Í 1984 varð felagið endurstovnað sum Filmsfelagið og helt sær til 1992, oftast við sýningum í Leikhús Bio í Sjónleikarhúsinum.

Í 1980’unum skipaði Filmsfelagið fyri fleiri norðurlendskum filmstevnum, serliga í Norðurlandahúsinum og á Læraraskúlanum, men eisini á listafólkastevnum, sum LISA skipaði fyri úti um landið. Í samráð við løgmann og indisku sendistovuna í Keypmannahavn, skipaði felagið eisini fyri indiskum filmsdøgum í Sjónleikarhúsinum.

Í 1989 var Filmsfelagið vertur fyri almennari norðurlendskari filmstevnu, The VII Nordic Film Festival, við 130 útlendskum professionellum gestum. Tá vóru 1200 limir í Filmsfelagnum, og filmurin hjá Katrin Ottarsdóttir, “Atlantic Rhapsody”, varð frumsýndur á hesi stevnu, sum var í Norðurlandahúsinum og í Útvarpshøllini.

Í 2016 stóð Filmsfelagið fyri føroysku frumsýningini av heimildarfilminum hjá Mike Day “The Islands and the Whales” í Havnar Bio.

Í sama biografi fer Filmsfelagið 6. september at skipa fyri frumsýning av fyrsta filminum hjá Sakarisi Stórá í spælifilmslongd, ”Dreymar við havið”. Atgongumerkjasølan byrjar í næstu viku.

13.-15. november í ár verða ísraelskir filmsdagar í Filmsfelagnum í samráð við ísraelsku sendustovuna í Keypmannahavn og Tórshavnar kommunu.

Filmsfelagið hevur síðan 1980’ini havt tætt samband við árligu filmstevnuna í Lübeck, har norðurlendskir filmar hava verið vístir síðan 1956. Í dag hevur Filmsfelagið tætt samstarv við føroysku sendistovuna í Russlandi, sum er eitt av heimsins elstu filmslondum og er ein marknaður, sum í løtuni hevur nógv at týða.

Filmsfelagið er endurstovnað í Havnar Bio í samráð við táverandi nevnd, undir sama heiti og við tí einfalda endamáli, at vísa almenninginum listarliga viðkomandi film í biografinum.

Filmarnir verða sýndir einaferð og altíð mikudag, tá talan ikki er um filmstevnu, sum “Filmsdagar í Felag”. 

Skráin hjá Filmsfelagnum verður altíð kunngjørd í góðari tíð á Facebook og á heimasíðuni hjá Havnar Bio, har atgongumerki kunnu keypast.

Vælkomin í Filmsfelagið!