23.8.17

Luther í skúlanum


Grein frá Námi í Luthersblaðnum, sum kom í hvørt hús í dag:

Á undirvísingarportalinum Snar ger Nám temasíður til undirvísing, sum øll kunnu brúka uttan gjald. Evnini eru mong, men knýta seg altíð til verandi lærugreinar ella kravd undirvísingarevni, ofta í einum aktuellum ljósi. Her eru temasíður um at vit nú eru 50.000 fólk í landinum, um amerikanska forsetavalið og um at samkynd kunnu giftast.

Temasíða um Luther

Í sambandi við reformatiónina, sum tók seg upp fyri 500 árum síðan, hevur Fólkakirkjan og Mentamálaráðið heitt á Nám, at gera eina temasíðu til undirvísing um Luther.

Eftir gott upplegg frá Una Næs, dómprósti, og Armgarð Weihe, fulltrúa, tók Nám á seg uppgávuna at gera eina temasíðu um Luther á undirvísingarportalinum Snar, og at týða og geva út eina upprunatýska teknirøð um Luther, sum vendir sær til konfirmantin og javnaldrandi skúlanæmingar.

Snartoymið, sum eru Rói Joensen og Birgir Kruse, hava gjørt temasíðuna um Luther saman við Oliviu Weihe Hansen, sum er lærari í kristni. Umframt tey trý, hava Theodor Eli Dam Olsen, prestur, og Sólrun Michelsen, rithøvundur, skrivað hvør sín aktuella tekst um Luther. Ein tíðarlinja er gjørd yvir lívið hjá Luther, og slóðir við uppgávum eru til útvarpssendingar um Luther og konuna Katharinu von Bora.

Talgildu temasíðurnar á Snar eru opnar og krevja ikki hald. Til ber eisini at seta seg í samband við Snartoymið við nýggjum vinklum og arbeiðsevnum um Luther og tey evnið, sum eru á temasíðunum nú og komandi. Umframt at tilfarið skal knýta seg til eina lærugrein og verða viðkomandi eftir námsætlanini, skal tilfarið eisini verða liðugt og klárt at seta á temasíðuna.

Teknirøð um Luther

Skúlabókaforlagið Nám hevur fingið Dann Vinther at týða hina litríku og beinraknu teknirøðina um Luther, sum nú er at fáa í bókahandlunum. Heitið er Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin.

Hugvekjandi teknirøðin byrjar við hesum orðum:

“Nevnir tú trúbótina, so slepst ikki undan navninum Martin Luther. Men, eins og í øllum øðrum stórum broytingum, ella reformatiónum, høvdu djørv vinfólk eisini avgerandi leiklutir. Philipp Melanchthon er, saman við Martin Luther, høvuðspersónurin handan trúbótina. Georg Spalatin dugir at ávirka avgerðirnar hjá prinsunum. Justus Jonas er ein hollur stuðul hjá Lutheri. Johannes Bugenhagen er skriftafaðir og ein góður vinur hjá Lutheri. Og vit mugu sjálvandi ikki gloyma konuna, Katharinu von Bora, sum tekur sær av húsarhaldinum og peningaviðurskiftunum.”

Í teknirøðini um Luther verður eisini spurt, hvat er so serligt við Martini Luther, sum ger at vit enn tosa um hann 500 ár seinni?

Sagt verður millum annað í teknirøðini, at ”sum ein heilt vanligur, ungur munkur varnaðist hann, at okkurt var fullkomiliga galið við tí almáttugu kirkjuni. Martin Luther setti lívið í váða fyri sína trúgv, noktaði at víkja fyri hægstu myndugleikunum og helt á við at fylgja síni samvitsku. Hann slóðaði fyri átrúnaðarligum frælsi og eggjaði til aktiva mótstøðu ímóti følskum uppáhaldum. Hóast hann ikki var eitt lýtaleyst menniskja, skapti hansara djarva mótstøða ímóti myndugleikunum grundarlag fyri tí frælsa lívinum, sum vit í dag kunnu njóta.”

Tilfar og námsætlan fyri kristni

Nám hevur seinastu árini gjørt nýtt upprunaføroyskt tilfar til undirvísing í kristni í øllum skúlaflokkum, frá byrjan til enda.

Í námsætlanum fyri kristnikunnleika og átrúnað verður kravt, at undirvíst verður í evangelisku luthersku læruni í fólkaskúlanum.

Í partinum kjarnaøki verður sagt soleiðis um høvuðstættirnar í kristnari trúgv, list og mentan í søguligum og nútíðar høpi:

”Hetta kjarnaøki hevur til endamáls at fáa næmingin at skilja, hvønn týdning kristin trúgv hevur fyri menniskjað. Víst verður á, hvussu kristindómur hevur havt ávirkan á menniskju og samfeløg í øldir, og hvussu henda ávirkan ger seg galdandi í dag. Dømi verða tikin bæði úr søgu og gerandisdegi. Undirvíst verður í evangelisku luthersku læruni. Ein týdningarmikil partur av hesum kjarnaøki eru trúargreinirnar og sakramentini. Næmingar í sama flokki kunnu vera úr ymsum samkomum, og tí eigur atlit at verða tikið at hesum. Roynt verður at fata og virða tær ymisku hugsanirnar um átrúnaðarligar spurningar, og viðkvom evni verða viðgjørd sakliga, so eingin kennir seg særdan. Dentur verður lagdur á høvuðstættirnar í kristnu trúnni og tað, sum kristin trúarsamfeløg eru felags um.”

Undirvísingargongdir

Eins og á øðrum temasíðum, sum Snartoymið fyrr hevur gjørt, verður mælt til, at undirvísingargongdir verða lagdar til rættis í viðkomandi flokkum úti á skúlunum. Í hesum føri við støði í aktuellu temasíðuni hjá Snar um Luther, 500 ár eftir at hann var atvoldin til at reformatiónin byrjaði.

Luther verður viðgjørdur í bókini Kristni 7 (Nám 2011), filmur um Luther fæst til láns, og bóka- og tilfarslisti við tilfari í Námi um Luther og reformatiónina sæst á temasíðuni Luther 2017 .

Skotið verður upp at lærarar í kristni, søgu og føroyskum finna saman, at leggja undirvísingargongdir til rættis, har lyklaorðini kunnu verða reformatión, mótmæli og at breiða út tekst við samtíðar miðlum á móðurmálinum, til dømis Facebook. Víst verður eisini á, at kendasti sálmur Luthers, ”Vár Guð er føst og haldgóð borg”, er ein mótmælissangur. Tá kann bara hugflogið gera av, um tú sum lærari í hesum ljósi eisini leitar til nútíðar mótmælissangarar, so sum Bob Dylan.

Sjálvur dagurin er merktur í álamakkanum at vera týsdagurin 31. oktober í 2017 við orðunum ”upphav trúbótar Luthers”.