14.9.17

Fjúrtandi - so langt eru vit komin á frælsisleið!


Í dag er Fjúrtandi. Veit ikki um tað er at gleðast um ella tað øvugta. Men hyggi eg í pressuna í dag, sum jú er fjórða statsvaldið, so kann eg við henni, statsvaldstuðulsspressuni, staðfesta, at politiski viljin er at fáa Gazprom at bora eftir olju, og at sleppa tollinum á japanskum bilum. Hasi bæði politisku markamótini lata vit standa eina løtu. Myndin er klipt frá in.fo í dag. Framhaldandi góðan Fjúrtanda!