Skip to main content

Islam hóttir Føroyar, siga børn Ábrahams

Ímyndandi børn Ábrahams, er myndin omanfyri úr vøkru bókini Kristni 6, sum kom í 2013. Hon er ein av mongu upprunaføroysku skúlabókunum, sum við tógvið stríð og ovurhonds upphæddir vóru gjørdar at læra øll, frá yngsta til elsta liðið í fólksins skúla tolsemi, og geva næminginum vitan um tilveruspurningar og heimsins átrúnaðir gjøgnum lærugreinina kristni.

Børn Ábrahams sipar til ábrahamska trúgv, sum er felagsheiti, ið verður nýtt um tær monoteistisku trúargreinarnar, ið stava frá patriarkinum Ábrahami, tað er jødadómur, kristindómur, islam, rastafari og kanska fleiri átrúnaðir við.

Eitt er, at lærugreinin kristni í skúlanum er avmarkað í tímatali, men at hon eisini er so hugfrøðiliga avmarkandi, ja av tí beinleiðis snævurskygda slagnum, er nýtt fyri mær.

Semjusøkjandi læran úr nýggju skúlabókunum í kristni hevur so ikki upplýst teir føroyingar, ið nú hava sett sær fyri at hava ein virknan leiklut í komandi fólkaræðisligu Føroyum.


Av øllum teim hóttanum, sum rættskafni føroyski borgarin við kristni og Bíbliu í hond hevur boðað Føroya løgtingi frá, er - hondina á hjartað - islam millum tær vandamiklastu. Islam er ein tilverulig hóttan í Føroyum í dag. Tað gongur greitt fram í teim ummælum, sum Føroya løgting nú kunngerð á heimasíðuni við navns nevnilsi.

Tingið boðar frá, at uppskotið til Stjórnarskipan Føroya varð lagt til almenna hoyring ólavsøkudag 2017 við ummælisfrest til 25. august 2017. Inn komu 124 ummæli. 16 av hesum vóru frá samkomum og áhugafelagsskapum. 5 frá lands- og statsmyndugleikum. Restin, 103, vóru frá einstaklingum, sum øll eru nevnd við navni. Ongin kommuna ella kommunufelagsskapur sendi inn ummæli. Innkomin ummæli til uppskotið til Stjórnarskipan Føroya fylla 345 blaðsíður av reinum teksti. Eingin átrúnarlig, sexistisk ella tjóðskaparlig tekn ella myndir eru sett inn í millum.

Ein navnsnevndur maður vil áleggja útlendingum at tillaga seg, so "tað skal standa í Stjórnarskipnarlógini, at tað er ein treyt, at útlendingar, sum flyta til Føroya, skulu laga seg til føroysk virði."

Ein annar maður við bíbilskum navni vil hava, at "tað eigur at standa í Stjórnarskipan Føroya, at tað er ikki loyvt at byggja moskur í Føroyum."

Hinvegin skjýtur Útoyggjafelagið upp um føroyska útjaðaran, at honum skal "tryggjast somu rættindi sum meginøkið. Hetta hevði tryggjað eina fjølbroytta búseting í Føroyum."

Eitt annað felag, ProVita, sigur, at "tað er neyðugt, at stjórnarskipanin viðurkennir rættin hjá ófødda barninum."

Eftir hesar sjáldsamt konstaterandi upplýsingar, at tryggja tey á útoyggj og ófødda barnið, vísur Løgtingið eisini á, at tað av borgarum verður fatað sum "avmarkandi at nevna føroyskt sum tjóðarmál, tí fleiri borgarar brúka eitt annað móðurmál."

Skuldi ein trúð, at her búgva fólkaræðisliga sinnað fólk í einum framkomnum multikulturellum vælferðarlandi, verður tú nipin og skammiliga skuffaður í grein 12, ið fevnir um trúgv og kristni við hópin av tilvísingum til blaðsíður.

Her verður við navns nevnilsi sagt, at ”Islam skal bannast, tí hon er ein harðrend religión og lærir muslimar, at teir eiga at fremja yvirgangsálop.” Enntá verður av einum lívfrøðiliga demokratiskum føroyingi nágreinað, at ”ótti er eisini fyri, at muslimar við verandi stjórnarskipanarorðing kunna útrudda okkum, sum her búgva. Eisini gevur verandi orðing muslimum møguleika at byggja moskur.” Soleiðis skrivar ein navnsnevndur føroyingur, sum javnan er frammi á øllum sosialum pallum við líknandi sjónarmiðum. Nú er hann eisini til skjals í savninum hjá Føroya løgtingi. Rætturin at vera idiot er royndur og toygdur í ytstu lykkju. Tað er eisini fólkaræði, at rúma idiotin og biðja hann koma fram á torg.

Ein annar nútíðarmaður í fólkaræðisligu Føroyum skrivar, at ”vit skulu halda okkum til, at Føroyar er eitt Kristi samfelag og ikki lova ørðum ideologium sum t.d Islam v.m. at koma inn í landið.” Ein annar fittur maður, sum fyrr spældi revolterandi rock, sigur og skrivar nú undir fullum navni, at ”tað skal standa í tí nýggju føroysku stjórnarskipanini, at islam, sum er ein ónd religión og ideologi, ið mótarbeiðir kristindóminum og fólkaræðinum, ið okkara kristna samfelag byggir á, skal bannast í Føroyum, og tað burdi sagt seg sjálvt, fyri at vísa virðing fyri okkara forfedrum, sum hava bygt okkara land upp á tey kristnu virðini, ið eru okkara grundarsteinur, sum vit standa á, og tann arvur, sum okkara eftirkomarar eisini skulla byggja víðari á!”

Ein, sum er handilsmaður og prædikumaður, sigur eisini á skrift, at islam er orsøkin til heimsins trupulleikar: ”Tá vit vita hvussu ógvuslig støðan er úti í Evropa í dag, enntá í okkara grannalondum, orsakað av økjandi islamsku ávirkanina, so er tað torført fyri meg at skilja hví vit tá ikki taka tann danska setningin við inn í uppskot til trúarfrælsi. At lata uppskotið standa óbroytt vil viðføra at yvirvøldin stendur hjálparleys yvirfyri eini støðu, ið kann seta landsins trygd í vanda, um hendan er orsakað av átrúnaði,” skrivar handilsamðurin, sum eisini er prædikumaður.

Ein yvirmaður, sum siglir úti, skrivar, at ”Framtíðar trúðarfrælsið í Føroyum má verjast, og tað gerst best við at forbjóða at Islam verður "praktiserað". Ein, sum møguliga eisini er samkomuleiðari, skrivar, at ávísir paragraffir ”loyvir eitt nú Islam at gera fastar tøkur í Føroyum. Hendan paragraff loyvir burku, mosku o.a. Danir høvdu handlað annarleiðis, um teir kunnu spola tíðina aftur,” veit hann at siga.

Ein góður skúlabókateknari sigur at enda, at ”Stjórnarskipanaruppskotið tekur sum er, ikki nóg væl hond um verjuna av Føroyum, ímóti voldeligum ideologium, sum islam, fasismu, nasismu og kommunismu.”

Tað, sum fellir í eyguni er, at hetta eru alt menn, ið hava hesi sjáldsama afturlatnu sjónarmið, sum teir ikki smæðast fyri at bera fram undir teirra kristna, ja kristna, navni. Eg øtist teirra vegna, men fegnist, at okkara høga ting er so atkomuligt og umboðandi í røttum fólkaræðisligum anda, at sjálvt idiotarnir, tey, ið ikki hava áhuga fyri politikki, eisini sleppa at úttala seg.

Fyrisitingarliga er tað flott og heiðurligt, men menniskjansliga er tað ræðandi. So ræðandi, at kanska skulu vit strika alt, sum í lógarsmíði og atferð ber brá av kristni og átrúnaði í almenna rúminum, frá kristni í skúla til morgunlestur i útvarpi.