2.9.17

Listin sum amboð hjá svíktum mannfólki


Gukki Nuka Willsen Møller (f.1965) er føddur í Nyborg í Danmark, men vaks upp í Uummannaq í Grønlandi, til hann 1982 fór til Danmarkar, har hann býr og arbeiðir. Umframt at hava verið á listaskúlum í t.d. Holbæk, er Gukki útbúgvin í Kanada. Mamman er donsk og pápin grønlendingur. Á egnu heimasíðuni sigur Gukki Nuka, at eins og nógvir javnaldrar er hann merktur av mentanarligu gjónni, cultural division, sum er millum tað grønlendska og tað danska. Kanska er hetta so sjálvsagt okkara millum, sum eru í sama ríki, at hann nevnir hetta bara á ensku síðuni, sum um bara útheimurin er áhugaður í at ganga millum, og alla tíðina kenna seg á eggini og vilja vita, hvussu nær tromini eg tori at fara. Hetta er latenti førningurin hjá øllum minnilutum í øllum heiminum, eisini føroyska minnilutanum, jú vit eru ein minniluti, eins og týski minnilutin har suðuri, og tey í Grønlandi, minnilutar eru vit, men tað eigur ikki at forða okkum at fara út í heim, og møta øðrum enn danskarum, sum vit enn biðja leggja okkum allar hugsandi fótonglar í vegin at verða eitt sjálvstøðugt fólk. Gud fríði okkum frá okkum sjálvum í rikisfelagsskapinum.


Eins og vit hava sæð virðisløntar biografilmar sum Tangerine (Sean Baker USA 2015 88 min), ið er gjørdur við fartelefon um nakað so samfelagsliga trupult sum transpersónar, er sama framleiðsla galdandi fyri tey 42 verk, ið Gukki Nuka sýnir fram undir heitinum Rivur í sálini í Listaskálanum. Í skapi eru tey øll gjørd við fartelefon.


Heldur onkur, at tað er ein stór avbjóðing, fyri ikki at siga avmarking, bíða so bara til tú hoyrir um innihaldið. Tað er seksuelt misbrúk yvirhøvur, men við greiðum støði í eini persónligari søgu at hava verið seksuelt misbrúktur av einum fótbóltsvenjara, sum nú er deyður, frá ellivu ára alduri og nógv ár fram. Hóast listamaðurin hevur fyrigivið skemmaranum, sum ikki er meir, so sannar hann, at tað fúla hevur tú við tær, líka til tú letur eyguni aftur fyri síðsta ferð. - Spurningurin er, um tú lærir teg at liva við tí, og møguliga brúka tað til nakað uppbyggjandi. Tað havi eg valt at gera, sigur Gukki Nuka við Sigmund Vang í Dimmalætting. Í tekstríku skránni er eisini ein long yrking, har órættaði maðurin, Gukki, sum einaferð var smádrongur, sigur, at lukturin av skemmaranum hvørvur aldri.


Verkini í Listaskálanum eru gjørd á fimm tumma skíggja og við teim einføldu tekniforritum, sum eru á eini fartelefon. Gukki hevur manað verkini fram á telefonini, strikað, sett inn, lagað til, zooma inn og út av staklutum, ið er bæði nær og fjar. Hann brúkar altso tøkni at mála og mynda við.


Tað elvir til góðar møguleikar at vísa og samskifta á telefonini, sum øll hava í blinkstrandi netverkssamfelagnum, men eisini at prenta í stórari stødd, tí talgildu prentmøguleikar kunnu verða góðir við hesari keldu.


- Tað er torført at fáa politikarnar til at lurta, sigur Gukki við Dimmalætting. - Teir hugsa nokk ov fýrakantað. Listin, tað at umrøða trupulleikan, og upplýsing um evnið skulu til, um tingini skulu blíva betri. Um man kann hjálpa bara einum manni, so hevur hetta verið arbeiðið vert, sigur grønlendski Gukki, sum eisini nevnir, at Listasavnið kannar møguleikarnar fyri at skipa fyri undirvísing í føroyskum skúlum í hesum sambandi.


Júst tað er ein heiðurlig uppgáva, har vit samstundis kunnu fáa innlit í sosial grønlendsk viðurskifti. Men eftir framsýningina spyrji eg meg sjálvan, hvar almennu myndugleikarnir eru í hesum sosialpolitiska átaki, og um henda norðurlendska verkætlan yvirhøvur er listarliga áhugaverd, eftir at vit hava slept íbornu søguni um kynsliga misnýtslu, ið eg avgjørt fati sum eina heiðurliga prædikuferð, har ungir menn verða ávarðaðir móti seksuelt frustreraðum fótbóltsvenjarum.



Skemmarin er deyður og eftir stendur talgilda listin, sum fyri okkum er prentað á best súgvandi pappír í risa stødd. Samanrenning av júst tí plakatstóra pappírinum og evarska lítla talgilda telefonskíggjanum ørkymlar meg so mikið, at søgan um mannligan ágang í ítróttahøpi, blívur fjarur og óviðkomandi, mest sum eitt postulat. Kanska hevði eitt minni hondhildið format kenst intimari og meir viðkomandi. At sæð framsýningina í myrkri við hvør sínari telefon í hondini. Men hygg, nú er tað nakað heilt annað eg síggi fyri mær, tí talgilda tøknin varð nevnd og er støðið. Kanska er flatliga veggjaframsýningin kortini so provokerandi, at hon setur tankar í gongd, sum eru best vendir til tey digitalt innføddu, námsfrøðina og skúlaverkið - og ítróttaheimin, sum forvoldi órættin - um hann yvirhøvur lurtar, fótbólturin, sum er ein satelittur í øllum statum, ikki bara á okkara leiðum, men í øllum heiminum.


Nils Orth, savnsstjóri í Føroyum, og Nivi Christensen, savnsstjóri í Grønlandi, hildu eisini talu. Men mest sannførandi í hesum parti av skránni var musikalska framførslan hjá Allan Tausen, sum hegnisliga og ekspressivt fevndi um tað støðugt dualistiska í sambandinum millum Føroyar og Grønland, altíð at vera á ferð um gjáir. Jú, í allari eyðmýkt kann listin hava sterka makt, tá rivur opna seg.