1.10.17

Hvar fór Útvarpið?


Tveir tímar eftir at valhølini í Katalonia skuldu havt latið upp, hevði Bogi Norðurkorea sum høvuðstíðindi í Útvarpinum í morgun, hóast Uni úr sama húsi er sendur hagar at boða frá støðuni, og allir miðlar, til dømis BBC og TV2, sum eg beint nú hyggi eftir, júst høvdu ætlaðu fólkaatkvøðuna í Katalonia í dag ovast á breddanum. Annað innslag í heimlandstíðindunum var um eitt airbus 380 flogfar við brotnum motori. Triðja innslag var - einki. Veðrið og so liðugt. Ikki eitt orð frá Kringvarpsredaktiónini í morgun um ella úr Barcelona. Hvussu órørd kunnu vit verða av støðuni uttan um okkum? Hetta er altso ikki gott nokk. Uni hevur havt fínar og livandi frásagnir úr Katalonia, onkrar órógvaðar av ringum ljóði gamaní. At forstokkað fólk í skemtitekningum finnast at, at Útvarpið er á staðnum og ger sína sjálvsagdu skyldu at siga livandi og beinleiðis frá gongdini í Katalonia, er mær óskiljandi. Sjálvandi skulu vit vera á staðnum. Orsøkin er ikki bara at Atlantsflog onkuntíð flýgur hagar, og at vit onkuntíð seldu teimum saltfisk, men at hetta er ein rembingarpartur í Evropa, har politisk betongjura í Madrid vil forða fólksins lokala vilja, m.a. við at seta lokalu løgregluna, Mossos d’Esquadre, til viks, og seta Guardia Civil og Policia Nacional í staðin. Gudviti, hvat fer at henda út á dagin. Hetta er so týdningarmikið, at ES er umboðað, ja okkara egni Magni, er í tí sambandi ein av teim evropeisku útsendu. Lukkutíð sigur hann frá í einum jøvnum streymi á Facebook, eisini saman við ikoniska Carles Puigdemont. Kom aftur Uni. Tú hevur ikki bara fólksins stuðul, men eisini fólksins mikrofon og kamera í hondini. Vit bíða spent eftir at hoyra teg siga frá hesum søguliga degi í Útvarpinum í dag! Kom aftur!