25.10.17

Kraft durch Freude


Yvirskriftin og breddamyndin á hesum ferðabloggi, sum er av syðra sjóvarmála út móti Eystarasalti í farnu viku, stavar frá einum Hitler-átaki í tríatiárunum á størstu týsku oynni Rügen. At skapa kraft gjøgnum ta gleði, ið hekk uppi við nýggja fyribrigdinum at halda feriu, so arbeiðarin betur kann tæna idealstatinum.

Eftir 770 km í bili frá rampuni á Norrönu og beint inn í Evropa, ert tú eftir einum arbeiðsdegi púra í øðrum heimi. Nú ert tú í einum bjørtum týskum feriuparadísi, ætlað fólkinum, men eisini mitt í einum ræðandi minni frá nasistiska Týsklandi, ið er um at fara í søguna, tí nú verða ólidnu nasibygningarnir, der Koloss von Rügen, hvíttaðir og seldir fólkinum sum luksusíbúðir. Her sæst, hvussu langt hvíttvaskingin við friðsælu Proravíkina er komin beint nú.


Tað var árini 1936-39 at nasistarnir undir heitinum Kraft durch Freude bygdu rætttrúgvandi verkamannahúskjum eitt ariskt feriuparadís við Proravíkina. Nakað fyrr, beint eftir húsagangin, sum úr Wall Street í 1929 breiddi seg til allan heimin, vóru tey í USA farin at byggja the Hoover Dam, sum varð liðugur í 1936 á markinum millum Nevada og Arizona. 5000 hvítir menn arbeiddu, og eftir arbeiðstíð skuldi pliktskyldigi arbeiðarin hava undirhald og trivnað. Úrslitið kenna vit sum Las Vegas. Kanska lærdur av hesum átaki, skuldi pliktskyldugi arbeiðarin eisini frítíðarlønast á týsku oynni Rügen. Har varð rúm gjørt fyri 20.000 fólkum í átta húsum, sum í seks hæddum enn standa á fimm frítíðarkilometrum og bretta sær á við hvítu sandstrondina.


Annar verðaldarbardagi brast á, teir 9000 týsku arbeiðsmenninir vórðu sendir aðrastaðni at gera betri nyttu enn húsabygging fyri Triðja Ríkið, og eingin týskur feriugestur fekk nakrantíð høvið at skriva seg inn á KdF, Kraft durch Freude, eitt av størstu frítíðarstøðum í heimssøguni, ikki ólíkt skúlum og øðrum fangatippum á okkara leiðum í friðartíð.

Meðan sanna týska fólkaræðið, die Deutsche Demokratische Republik, DDR, enn var til, og kalda kríggið herjaði í allari siviliseraðari friðarligheit, sendi Sovjetsamveldið, ið eisini var hugtikið av fasistiskum estetikki, hermenn higar at halda frí. Sterkastu radarar í Warszawasamgonguni vórðu eisini settir her. Fólkið, og tey, sum fólkið í øllum heimsins londum velja at umboða seg og síni, er eitt æviga løgið fyribrigdi og fer helst altíð at verða tað. Markið millum gamla fólkið og nýggja fólkið sæst við hvítu málingini. Har eru íbúðirnar, sum eru seldar í Nútíðarevrum.


Í 1993 varð fyrsti partur av nærum 3000 km longu Deutsche Alleenstraße tikið í brúk frá Sellin á Rügen til Rheinsberg beint sunnanfyri. Langi vegurin er ein Ferienstraße, sum frá Eystarasalti fer gjøgnum alt Týskland og endar við Bodensee. Beint sunnan fyri grotesku húsini í Prora á Rügen, er lítli og hugnaligi staðurin Binz Seebad, sum síðani 1880 hevur verið frítíðarbýur burturav hjá lokalum fólki. Her eru baðibrúgvar og hotell, sum eru grundløgd í 1884.

Millum tøttu húsini í lítla býnum, ið eg vil viðmæla sum ferðamál hjá føroyingum í bili, eru gistingarhús og matstovur í ymsum stíli, russiskum, enskum og sanniliga eisini sum stavlagsmúrað hús, tað er bindingsverk, eftirsum nógvir býir her um leiðir, serliga Stralsund, eru gamlir danskir og svenskir býir. Fýrapersóna íbúð á góðum feriuhotelli kostar hesa tíð ikki meir enn 500 krónur fyri náttina.

Er príslegan lág hesa ársins tíð í Seebad Binz, har eisini ein Michelin matstova er, er príslegan enn lægri í pólska Stettin, sum bara er 250 km burturi. Vegirnir eru framúr og enn einaferð má eg sanna, at vit eru mitt í markleysa Evropa, fyri ikki at siga on line mitt í verðini. Fyrsta, vit renna okkum í, er nýggjasta veitingarstøðin hjá amerikanska nethandlinum, Amazon, sum er hin fimta í Póllandi. Hetta er heimsins størsti bókahandil og á netbornu skránni finna vit heiti sum Leben und arbeiten in Polen. Við fyrsta klikk fái eg at vita, at bókin, sum er frá 1993, kann sendast uttan kostnað til Føroya.


Gjøgnum booking.com finna vit eina modernaða fýra persóna íbúð við altan og parkeringskjallara á gøtuni Monte Cassino mitt í Stettin. Hin ungi málstudenturin, Philip, tekur ímóti á klingandi enskum, og vísur okkum allar hentleikar í funktionellu Ikea-íbúðini, sum er á fjórðu hædd. Samlaði prísurin fyri tríggjar nætur er 1600 krónur.


Lyftin niður í parkeringskjallaran er ein spennandi avbjóðing. Men tað gongur sum fótur í hosu, tá Jógvan vísur vegin, og Unn, sum í nógv ár hevur arbeitt saman við póllendingum, er býarguide.


Meðan billyftan førdi okkum niður í myrka kjallaran, førdi ein onnur lyfta okkum upp í andaliga loftið á dómkirkjuni, hvørs fulla navn var Bazylika Archikatedralna pw. św. Jakuba Apostoła, og hevur Marienkirche í Lübeck sum fyrimynd. Hóast nýbygda dómkirkjutornið í Stettin er tvífalt so høgt, og hægsta skrásetta punkt í býnum í løtuni, sluppu vit ikki longur upp enn á sættu hædd.


Hiðani var frítt útsýni yvir allan býin. Elstu partar av kirkjuni eru frá 1187, men eins og Hollywood dugir at byggja Potemkinkulissur, so er pólska handverkaramegin so sterk, at tá Stettin mest sum varð lagdur í oyði, fyrst av tíggju bretskum bumbuflogførum tvær nætur á rað í september í 1941, og síðan í myrkrinum hin 5. januar í 1944, tá 348 Lancaster og tíggju Halifax flogfør frá RAF javnaðu alt av ídnaðarligum týdningi við jørðina. Her vóru vápnasmiðjur og bilsmiðjur. Endaliga leraran fekk stettinska fólkið í harða býarbardaganum millum týskarar og russarar hin 26. apríl í 1945. Men menniskjan er ikki so at kúgað. Alt varð bygt uppaftur. Eisini niðurlendsku renessansuhúsini, sum síggjast til høgru úr prangandi dómkirkjutorninum. Tá skilji eg, hví hesi fólk ganga so høgt uppí, hvat tornið er hægst í býnum, sum vann á ótamdum djevulskapi.


Næsthægsta stað í Stettin er Pazim skýskravarin, har Café 22 er á tveyogtjúgindu hædd. Haðani sæst í allar ættir yvir býin. Skyggjandi hvítu húsini til vinstru eru nýbygdu og virðisløntu filarmonisku konserthølini við trimum veggjagluggum, sum teknistovan hjá Fabrizio Barozzi og Alberto Veiga í Barcelona teknaði í 2007.


Í miðbýnum í endurreista Stettin er heimsins elsti verifiseraði biografur, Pioner, sum í ár er hundrað ára gamal, og enn í gongd við evropeiskum arthaus filmum. Jerzy Miśkiewicz er biografstjóri og eigur hølini. - Vit síggja nóg mikið av amerikanskum filmum, tí vísi eg bara nýggjar evropeiskar filmar, ið hava listarligt virði, sigur hann á klingandi týskum og vísur mær biografin í erva, ið hevur somu skrá sum Filmsfelagið.


Fryntligi biografstjórin, Jerzy, vísur okkum eisini upprunabiografin í kjallaranum, har eitt stettinskt klaver frá 1880 stendur og enn er í brúki, tá stummfilmur verður vístur frammanfyri pørunum við kaféborðini. Løriftið er á vegginum aftanfyri reyðu gardinurnar á mittastu myndini. Við dyrnar er váttan frá rekordbókini hjá Guinness og teimum, at hetta veruliga er elsti biografur í øllum heiminum, sum enn er virkin.


Tá Stettin varð lagdur í oyði av krígsávum, vórðu fólk í Eysturevropa flutt við tvingsli at byggja býin uppaftur. Eini jødisk hjún vórðu tvungin at flyta úr Russlandi og Týsklandi til Stettin at búgva. Pápin gjørdist professari og rektari við lærada háskúlan í býnum, men bleiv sum fráleið degraderaður til vanligan arbeiðsmann. Í 1963, tá sonur teirra, Pawel, var átta ára gamal, eydnaðist altjóða Reyði Krossi at keypa fólk og húski, sum vóru í hesi støðu, út úr Póllandi, og skapa teimum líkindi fyri at búseta seg aðrastaðni. Júst hetta húskið kom til Danmarkar at búgva. Komin til mans grundaði Pawel fyritøkuna, sum í dag ber navnið NCDC, saman við Morten Schantz, sum búi í somu uppgongd í nýggja heimlandinum. Teir eru enn samstarvsfelagar, og konurnar hava innrættað og skipað fyri, nú virksemið er vaksið úr tveimum til fleiri enn hundrað starvsfólk eftir fáum árum. Nýggju arbeiðshølini eru eitt gamalt dampvaskarí. Danski René Bo Christensen, ið er verkætlanarleiðari, vísur okkum runt og greiðir frá um gongdina í virkseminum og framtíðarætlanir, nú tey eisini flyta inn í grannahølini.

Frá vinstru á myndini niðanfyri síggjast Unn, ið er staðkendur ferðaleiðari, samstarvsfelagarnir Tomasz Fenger, René Bo Christensen, Jógvan, eg sjálvur, og longst til høgru, Grzegorz Gierlik, sum førdi okkum inn um dyrnar. Á breiðu avrikshillini hjá NCDC sæst eisini føroyska flaggið.


Hóast modernaður vesturlendskur býur, síggjast nógv eyðkend eysturevropeisk torg og skot í miðbýnum, til dømis har tey á næsta vegamóti selja reyðrøtur og súltaða agurk afturvið dagsins bløðum og øðrum neyðsynjarvørum.


Eftir ráðum frá René hyggja vit eftir talmerktu stiplaðu strikunum og pílunum, ið føra til áhugaverd støð í býnum, sum siga hendingaríku søguna í kríggi og friði.


Ein talmerktur staður, sum avgjørt er verdur at vitja, er søgusavnið, sum er undir jørð mitt á torginum. Umframt søguligar frágreiðingar um markleysa líðing hjá einum fólki, sum hevur verið kastibløka hjá skiftandi politiskum yvirgangsrákum, er ein grafisk ljóðinstallatión hjá Michal Libera frá 2015, sum ber heitið Grand Ensamble og setur teg mitt millum háhús í einum fremmandum betongstaði.


Men treyðugt so. Ilt er at læra gamlan hund uppi at sita. Eg felli aftur á grundleggjandi áhugamálini, Beatlesplátur í upprunalíki. Her er eitt boð um mappuna hjá Beatles við EP plátunum The Magical Mystery Tour frá 1967. Prísurin er hálthundrað zloty.


Besta bjórin í grannahandlinum er ein Perla, har handilskvinnan ger vart við, at tá bókstavurin L hevur striku yvir, verður hann framborin sum V, so tað verður sagt Perva. Og so er ein moldavsk pionot noir uppá tilboð fyri spottprís. Eftirsmakkurin er næstan samsvarandi.


Leiðina heimaftur leggja vit um Stralsund, har nýggjasta dømi um skandinaviska ávirkan er Palmeplássið, mitt í býnum.



Úr Rostock sigla vit yvirum við Copenhagen til Gedser, har eyðkendu gulu vaktarhúsini úr Olsen banden heilsa okkum vælkomnum á havnarlagnum.


Eftir ein stoktan hot dog við øllum, eru stundir at hækka um mentanarstøði, og leiðin liggur tí til Lousiana, har Marina Abramović hevur eina primalskríggjandi framsýning, ið setur provokerandi spurningar um list, og alla tíðina roynir at finna markið fyri tí, vit fata sum list og hví. Her er manifestið og visittkortið hjá spennandi serbo-kroatisku listakvinnuni.


Men fyriskipararnir á Louisiana eru ikki uttan evnir at skapa hype og háva um framsýningar, og hvussu sleppast skal inn í tær við smáum sjokkeffektum. Her er eitt dømi við kropsligum sambandi longu í durinum, har eg legði til merkis, at menn vendu sær móti nakna manninum og kvinnurnar vendu sær móti naknu kvinnuni. Eisini eftir vaktarskiftið, tá nýggja fólk vóru sett í durin, meðan ovfarnu børnini eygleiddu tey vaksnu.


Á sama savni sýndi niðurlendska Rineke Dijkstra meistarlig portrettfoto við nógvum søgulinjum, so sum tarvafiktarum beint eftir dyst, og lívlangar støðumyndir av einum hermanni í fremmandaherinum. og eini gentu og systrum í eini familju.


Listasavnið er so væl staðsett og so livandi, at onkuntíð ivast tú av røttum í, um tú ert inni ella úti, og hvar størra og sterkara listaútrykkið veruliga er.


So inn á Ráðhúsplássið at síggja nógv umrøddu veðurlagsframsýningina, sum so nógvir sponsorar, eisini føroyskir, hava stuðlað við stórum upphæddum. Sum um tað ikki var nóg mikið, so skuldi einstaki áskoðarin eisini rinda hálvthundrað krónur fyri at hoyra ein veðurfrøðing fortelja um eina NASA framsýning eina løtu. Tað tímdi hvørki eg ella nakar, sum var á Ráðhusplássinum henda seinrapart. Kanska var hetta eitt reklamustunt, sum lýsingastovur vunnu mest úr, heldur enn varandi at flyta fólksligu orkuna at hava eina meining um veðurlagið.


Í Brønshøj vitja vit Staalvand og fáa jútskan burgara við brúnari sós. Tað havi eg ikki roynt áður. Í grannahúsunum servara hesir báðir føroyskan laks á Blå Congo. Soleiðis eitur matstovan, ið er kallað eftir einum serligum epli. - Tí vit leggja dent á tað sjáldsamt góða, siga teir báðir, Carsten Lunding og Nocolaj Bøcher, í túninum, har eitt sjáldsamt duraskelti er varðveitt við næstu dyr.


Um kvøldið er meistarligi sjónleikurin, Diktatoren, sum Nikolaj Cederholm hevur sett á pall eftir filminum hjá Chaplin frá 1940 á skránni. Olaf Johannessen hevur dubultstjørnuleiklutin sum jødiski barberurin og nasistiski einaræðisharrin harra Hynkel. Byrjanin er tað besta. Slow motion sum á filmi, men nú á palli, við monnum á rygginum í krevjandi slapstick stíli, meðan bumburnar falla og teir royna at løða byrsurnar. Fantastiskt. Eins fantastiskur er moraliserandi endin, akkurát sum í filminum. Tað góða vinnur á tí ónda, bara vit vilja. Ein sjáldsama góð uppliving, sum ikki bara blæsir lív í, men eisini gevur gamla filminum, sum er ein hin besti í søguni, nýggja sceniska dýpd og kjøtiliga nærveru. Eftir leikin er nógv at tosa um, eisini við teir mongu føroyingarnar, millum aðrar Jann Mortensen, ið varð tilkallaður sum lænki, tá ein av áskoðarunum fall í óvit á fremstu stólarekkjunum.


Tað hugtók meg, at eingin, absolutt eingin, tók telefonina fram at tjekka inn, filma ella at taka myndir av leikinum. Ikki ein. Tað er annarleiðis, tá vit eru í biograf og til konsetir herheima. Fyri tey, sum sita aftanfyri, er tað altíð ein keðiliga forstýrandi óvani, tá hini, tað eru altíð hini og tey, sum sita frammanfyri, tendra bjarta telefonljósið í tílíkum føri. So var ein túrur út á Refshaleøen, har Mikkeler hevur eitt bryggjuhús beint við bryggjurakettina hjá Madsen. Leygardagin letur Mikkeler upp í Dandastovu í Havn, har Gongin og Gullhornið vóru fyrr. Fremst fyri er ein eysturtýskur Trabant.


Ikki ber til at vera í Danmark uttan at uppliva Ikea eina løtu. Her er fyrsti satsur serveraður í brúnari bollasós í Ikea's Inferno.


Leygarmorgunin liggur leiðin um Stórabeltsbrúnna til Hirtshals, har vit koma í so góðari tíð, at stundir eru at síggja Merkið veittra við húsið Malta.


Umborð á Norrönu er týskur filmur, har Birgir Enni og Kristian Blak siga frá um grottokonsertir. Fólk eru so hugtikin, at eg vildi ynskt at verið gestur í mínum egna landi.


Hugmyndin av eini ferð til eitt ævintýraland í Norðuratlantshavi er so væl skipað, at sjálvt á eini lítlari vínetikett fangar eygað umhvarvið á einum brestandi hamarstjøli. Hyggi nærri og siggi at vínið er úr Suðurafrika, har tey eisini síggja hval. Ein frálíkur smálutur í matstovuni, sum byggir upp undir mína fatan av, hvussu væl Smyril Line dugir at marknaðarføra Føroyar og geva fremmandafólki eina góða og vælskipaða uppliving. Prísurin fyri hvønn er 6000 krónur í eina viku, tá alt er íroknað, ferja, bussur, gisting, matur og ferðaleiðari.


Fólk eru púra búrtur í at síggja havsbrúnna og støðuga víða havið, sum í dag er púra stilt. Kikarar og myndatól eru alla tíðina frammi.


So er seinasta máltið eftir í Simmer Dim. Tað er miðmáli við sild og gyltari Kelling meðan vit stútt stevna longur fram á leið. Ein frálík ferð kring Eystarasalt og har um leiðir í tvær tiltrongdar vikur. Við endurvunnum gleðiskreftum, Kraft durch Freude, sum tey boðaðu frá í 1930'unum, vil eg á teirra máli siga: Auf Wiedersehen!