Skip to main content

Luis er barrvørur í Mikkeller



Leygardagin klokkan 16 letur Luis dyrnar upp í gomlu Dandastovu, niðast í Bringsnagøtu, har fyrst Gongin og síðan Gullhornið helt til. Luis Pellecer Jr. verður barrvørur í sjáldsomu hølunum, sum enn eru 30 centimetrar hægri í øðrum endanum enn í hinum.


Útvið hálvthundrað ølsløg verða í Mikkeller barrini, men mest áhugverdu eru tey sekstan bryggini, sum altíð eru á kranunum, og verða skrivaði á eina svarta talvu við hvítum kriti. Kostnaðarstøðið i hesum sjáldsama bjórparadísi verður úr 70 krónum upp í meir enn 200 krónur fyri eitt 40 sentilitur glas.


Umframt gamla gøtunavnið, Gongin, varð nýggja koparskeltið sett á veggin í gomlu Dandastovu í dag. Johannes Jensen stendur vælnøgdur í stiganum, sum Eirikur Lindenskov, ið eigur og hevur sett húsini Heima í Havn í stand, heldur.


Inni í gastronomisku Mikkeller ølstovuni er litríkt.


Í Fútastovu, longur úti í Gongini, hevði íverksetarin Jóhan Mortensen bjóðað til ostasmakking, meðan John Mikkelsen, sum er í uppskoti at verða kosin ársins tænari í danska ríkinum, skonkti franskt vín afturvið. Við ostsmakkandi pressuborðið sat eisini Jákup Sumberg, kokkur.


Ostarnir, sum eru frá Arla, eru turkaðir í Føroyum. Hin guli er fastur við heitinum Havgus, og hin hvítari er ein bleytur gerskimmilostur uttan skorpu, sum er millum teir feitastu í heiminum.


Johan heldur, at føroyska veðurlagið er tað perfekta at turka ost í. Fuktin og saltrákin í vindinum ger, at osturin spillist ikki, men turkast og styrkist í smakki við einum lokalum farra, tá hann verður goymdur. Hetta kann verða ein nýggj gastronomisk útflutningsvinna, at turka góðan útlendskan ost í føroyskum hjalli, eins og talan var um skinkurnar, sum Norrøna borðreiðir við umborð.


Enn ein hurð er gloppað, og gastronomiskt veksur Havnin í hvørjum.