15.11.17

Kom til Bethlehem í kvøld


Í kvøld verður seinasti av teim trimum ísraelsku filmunum sýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio, har Ísraelskir Filmsdagar eru á fyrsta sinni.

Filmurin er hin kontroversielli Bethlehem, um samnevnda staðin á Vestara Áarbakka í Palestina, har søgan sigur, at Jesus varð føddur.

Filmurin er ein nútíðarsøga um njósnaravirksemi og spentu viðurskiftini millum Ísrael og Palestina.

Fyrsti ísraelski filmur var A Quiet Heart, har Vinafelagið Føroyar-Ísrael var vertur, og í gjárkvøldið var The Cakemaker sýndur. Hetta er fyrsti biograffilmur, sum ísraelski leikstjórin Ofir Raul Graizer gjørdi eftir bara trettan døgum. Eitt stillført meistaraverk um kærleika, sum eisini rúmar samkyndleika. Men í kvøld verða vit førd til Bethlehem.


Virkandi ísraelski sendiharrin í Keypmannahavn, Eyal Lampert, hevur longu gjørt av, at tiltakið við nýggjum ísraelskum biograffilmum verður aftur í Havn næsta ár. Eisini vil ísraelska sendistovan stuðla Filmsfelagnum at finna góðar filmar, sum lýsa skeið og serstøk viðurskifti í søgu Ísraels, sum til dømis holocaust, og at ríkið Ísrael verður 70 ár í mai næsta ár.


Serliga fegin er sendiharrin um eina tekning av húsunum í Hellerup, har ísraelska sendistovan í dag heldur til. Tekningina fekk hann frá Halleljuha Sofus í gjár, tí abbi Sofus bygdi húsini í 1918. Nú fer upprunaliga húsatekningin at fáa eitt av heiðursplássunum á sendistovuni.

- Vit vilja eisini hjálpa til at úvega áhugaverdar filmar, ið ikki neyðturviliga eru glansibíløt av okkara landi, sum til dømis Foxtrot, ið ummælarar uttanfyri Ísrael siga, fer at vinna Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur í ár. Í Ísrael er hann ikki so væl umtóktur, tí hann er this year’s bad child á filmi og setur Ísrael í eitt ívasamt altjóða ljós. Men soleiðis er veruleikin.


Tað er vist, at einki kann sum filmur lýsa millumtjóða viðurskifti, og lýsa fremmand lond, fólk og mentanir. Tí er filmur ein so praktfullur miðil.

Eftir ein túr í tyrlu kring oyggjarnar ferð virkandi ísraelski sendiharrin, Eyal Lampert, avstað við Atlantsflogi seinni í dag. Maigun Solmunde samskipar ferðina hjá ísraelska sendiharranum.