17.3.18

Eldsálir í ferðavinnuni


Her er ársins eldsál í føroysku ferðavinnuni. Tað er John Mikkelsen, matstovuleiðari Heima í Havn, har føroyingar flest og Tripadvisor siga, at bestu matstovur í landinum eru. Myndin er tikin í Fútastovu farna vikuskifti. Skuldi nakar ivast í sanneikanum og trúvirðinum í uppáhaldinum, so varð tað staðfest á Ferðavinnustevnu í gjár. Tá fekk John heiðursbræv sum Ársins eldsál í føroysku ferðavinnuni. Fýra persónlig heiðursbrøv vórðu handað fólki, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin. Her er John avmyndaður sum gestur á The Tarv fyri jól, tá nýggja matstovan læt upp.


Við hesum orðum var John Mikkelsen kosin Ársins Eldsál: “Hann er tænastusinnaður fram um alt. Hann er ein úrmælingur innan sítt yrki, og hansara yrkisdugnaskapur gjøgnumsúrgar alt virksemi hansara. Hann borgar fyri góðsku og er ein fongur fyri yrkisgreinina. Hann setur dám á sítt umhvørvið og hevur verið við til at lyft matstovuvinnuna á tað støðið, hon er á í dag. Ikki eru nógvir sum hann, hóast átrokandi tørvur er á teimum.”


Ingigerð á Trøðni, fyrrverandi leiðari á Kunningarstovuni í Havn, fekk við sama høvi serligt heiðursbræv við hesum orðum: “Hon var ein av teimum, ið sá ferðavinnuna, tá ið hon næstan ikki var har. Hon sáddi, nørdi, fjálgaði og gjørdi sítt til, at ferðavinnan fór at spíra. Sum undangongufólk var hon við til at stovna Kunningarstovuna í Havn, har hon var leiðari í 25 ár. Í gongufelagnum gekk hon undan við at veita reglulig tilboð við gongutúrum kring allar oyggjarnar til føroyingar og ferðandi í Føroyum. Nógv, ið starvast í vinnuni í dag, hava verið undir kønu hond Ingigerðar, og kunnu tey verða takksom fyri tað. Litríka og bergtakandi frásøgukvinnan er enn sum áður holl í ráðum og ein varði í føroyskari ferðavinnu.”


Ingigerð avmyndaði eg í Listasavninum 6. februar í 2015 tá retrospektiv framsýning við 47 málningum hjá Thomas Arge (1942-78) læt upp. Heitið á framsýningi var Evnið í litinum - Farvens stof. Thomas Arge búði og málaði á gamla Hoyvíksgarði og tí síggjast myndaevni úr Hoyvík, til dømis Heljareygað, sum Ingigerð hevur sent nógv ferðafólk til, og er serstakliga hugtikin av.

Pól Sundskarð, sum hevur hiking.fo, varð Ársins ferðavinnufólk, og Óli Kristian á Torkilsheyggi, sum hevur Navia, varð Ársins nýbrot. Í dómsnevndini hjá ferðavinnuni sótu Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Simonsen fyri Kunningarstovurnar.