25.10.18

Cinema romance í Flógvanum


Eir í Ólavsstovu hevur gjørt ein frálíkan dokumentarfilm Havið - kærleiki umborð (42 min) um útróðrarparið Sonna av Eiði og Jenny úr Vík. Fyrst ein rættuliga vanligur útróðrarfilmur av close-up portrettslagnum við varisligum aldum á Norðhavinum í baksýni, og av handahógvi merktum tónleiki afturvið, í so nógvum tónleiki, og so ljóðupptøkum, ið eru eitt sindur illa stýrdar, tí tað mesta er so impromptu og púra óvæntað á parlagsdekkinum. Hetta er cinema útróður romance og so vanliga skiftið til bindiklubban harheima. Yviri í Gjógv sita tær allar, flestu úr Vík, inni í gomlu húsunum hjá Ova, giti eg, eftir útsiktini móti bygdini at døma. Men so skiftur konventionelli útróðrarfilmurin spor og fær luft undir veingirnar. Fyrst fara vit við teimum at fiska síl suðuri á Vatni við ommu- og abbabørnum í kampingvogni, og so aftur til Eiðis at tosa um samfelagsliga kreppu í 89, bátin hjá eldra beiggjanum Trygva, og síðan svára lívskreppu á persónliga planinum, brennivín og heila molevittið, har Jenny setur Sonna stólin fyri hurðina. Hetta er besta pettið í filminum. Inniliga søgan hjá Jenny syftur filmin upp úr djúphavi og inn á stovugólvið. Alt gekk og vit takka tí almáttuga. Klipp til nútíðina, sonurin giftist í kirkjuni, beint yvir av gamla bakarínum, Sonni hevur fingið hvalbing í Belgia, so hann við egnum orðum er lættari at handfara, hóast nógv er komið uppá aftur, tað er sjón fyri søgn. Við hugtakandi upptøkum eisini við dronu, meðan vit reka fram við Kellingini, bleiv hetta ein so óvæntað hugtakandi heimlandsfilmur av Eiði, at eg eri djúpt rørdur. Tá riggar filmur sum miðil. Ein sterk lívsmynd, sum hóast vána sosial útlit, lýsur eitt samanhald á egnum dekki, sum er ektað og ótilgjørt, samanhaldið hjá Jenny og Sonna. Bravo!