12.10.18

Puigdemont í Føroyum


- Tað eru nógv ár síðani eg fekk áhuga fyri Føroyum, og eg vil fegin vitja tykkara vakra land, segði 55 ára gamli Carles Puigdemont úr Girona í Katalonia, tá Magni Arge hitti hann í januar í ár. Og nú er hann komin, ikki úr Katalonia, men úr Belgia, har han býr í útlegd. Umframt at vera politikari, hevur Puidgemont eisini verið journalistur. Hann var borgarstjóri í Girona frá 2007 til 2016 og forseti í Katalonia frá januar í 2016 til oktober í 2017, tá spanska stjórnin í Madrid koyrdi hann frá, tí hann lýsti declaració d'independència de Catalunya, katalonsku frælsisyvirlýsingina. Við fimm ráðharrum úr katalonsku ríkisstjórnini flýddi hann til Belgia. Myndina av Carles Puigdemont tók eg í dag í Klingruni í Norðurlandahúsinum eftir at hann hevði fingið sær kaffi og miðmála frá Smakka.


Magni Arge, Fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, var sjáldsama fermur orðstýrari, tá fyrrverandi forsetin, Carles Puigdemont, umboðaði Katalonia á ráðstevnuni um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt í okkara tíð, og hvønn týdning katalanska støðan hevur í Evropa. Tiltakið, sum Tjóðveldi skipaði fyri í Norðurlandahúsinum, var alment, opið og ókeypis. Sum sæst var hvør stólur tikin.


Í Skotlandi var fólkaatkvøða í 2014 um at skipa Skotland sum fullveldi. Ein lítil meiriluti var fyri at varðveita sambandið við Stórabretland tá, men síðan Brexit gjørdist veruleiki, eru ætlanir um eina nýggja fólkaatkvøðu komnar á breddan. Umboðið úr Skotlandi var Kenneth Gibson, tingmaður úr skotska tjóðskaparflokkinum, SNP.


Rætturin hjá tjóðum at skipa seg sum fullveldi er støðugt á breddanum kring heimin. Í Ný Kaledonia, sum telur 270.000 fólk og er eystanfyri Avstralia har suðri í Kyrrahavinum, verður fólkaatkvøða um sjálvstøðu frá Fraklandi 4. november. Undirtøkan fyri einum sjálvstøðugum Ný Kaldonia er stórst millum upprunafólkini, meðan fólkið við evropiskum uppruna ynskir framhaldandi samband við Fraklandi, sigur Magni. Fremsti loysingarflokkurin er Front de Libération Nationale Kanak et Socialiste (FLNKS), og haðani er leiðarin í fullveldisrørsluni, Daniel Goa, sum við tulki greiddi frá um leiklutin hjá Fraklandi og ST í hesi tilgongdini.


Tulkur úr fronskum og í franskt mál var Hanna Jensen, sum sat á fremstu røð millum gestirnar úr Ný Kaledonia.


Tiltakið byrjaði tó við at formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, greiddi frá um Føroyar og føroysku støðuna í altjóða samfelagnum, og hvørji stig Føroyar eiga at taka, nú 70 ár eru liðin, síðan heimastýrislógin varð sett í gildi.


- Føroyingar lúka allar treytir at vera ein tjóð við ómissandi sjálvsavgerðarrætti. Hetta hava danskir forsætisráðharrar eisini ofta sagt, men staðfest er hetta fólkatingsvalskeiðið, at Danmark hevur ongantíð viðurkent hendan rættin mótvegis Sameindum Tjóðum.


Í Katalonia fór spanska stjórnin harðliga fram, tá katalanska fólkið á fólkaatkvøðu 1. oktober í 2017 skuldi siga sína hugsan um framtíðarstøðuna hjá Katalonia. Fleiri politikarar vórðu settir fastir og sita enn í fongsli uttan dóm. Aðrir hava funnið sær friðskjól í øðrum evropeiskum londum og halda fram at tala fyri sínum politisku sjónarmiðum um framtíðina hjá Katalonia.


Eftir kaffisteðgin flokkaðust nógv fólk, bæði føroyingar og útlendingar, við fartelefonum og myndatólum, til, tá Carles Puigdemont vísti eina plakat við katalanskum politiskum fangum, sum antin eru fongslaðir ella eftirlýstir.


Carles Puigdemont peikar á katalonsku tingkvinnuna, Carmen Forcadell, sum hevur verið í Føroyum og vitjaði tingformannin, Páll Á Reynatúgvu, sum eisini hevur vitjað hana. Ynski var um samstarv millum Føroyar og Katalonia. - Umframt at dyrka friðin í øllum politiskum arbeiði, er hetta týdningarmesta amboðið, segði fyrrverandi journalisturin úr Katalonia, sum talar katalanskt, spanskt, enskt, franskt og rumenskt, og helt fartelefonina fram.


So helt hugtakandi katalonski heiðursgesturin høvuðsrøðuna fyri teim møttu, sum ríkiliga fyltu Skálan í Norðurlandahúsinum. Á løriftinum aftanfyri hann stóð eina løtu at lesa: "The only thing necessary for the triumph of evil is for good men to do nothing." At enda varð høvið at seta spurningar, sum fleiri gjørdu, onkur á so klingandi drúgvum fronskum, at Magni breyt av og fekk kjakið aftur á beint, so øll kundu vera við.


Sambands- og javnaðarløgmenn og kringvarpsjournalistar vóru millum áhoyrarnar, og somuleiðis mong kend andlit úr søguni hjá Tjóðveldi.


Gamaní var hetta ein hendingaríkur og ikki sørt eksotiskur fundur ein fríggjadag seinrapart í føroyskum ruskveðri. Men allar best var at kenna felags kensluna av, at nú var tann flokkur, eg mest sum altíð havi bekent meg til, komin aftur á beint, sum Eirikur orðar tað í dagsins oddagrein. At møta fólki og síggja onnur fólk møta øðrum fólki - øll við áhuga fyri rættinum hjá stórum og smáum tjóðum, nærum og fjarum, at skipa seg, hvussu søgan so speglast í kjalarvørrinum og hvussu avbjóðingarnar eru í løtuni. Her eru tað Puigdemont og Goa.


Vit skulu tjúgu ár aftur í tíð, at finna ein eins sjónligan Tjóðveldisflokk, sum hann, ið Magni Arge nú hevur eydnast at pallseta í altjóða ljósi. Framúr ráðstevna! Í morgin er tiltakið Katalonia í Finsen.