4.12.18

29 filmar kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina - Størsti áhugi nakrantíð


Í gjár, mánadagin 3. desember á midnátt, var freistin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 23. februar 2019.

Í tíðindaskrivi í dag sigur Norðurlandahúsið, at inn komu fráboðanir um 29 føroyskar stuttfilmar, sum á sjeynda sinni fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina.

Kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. - Stuttfilmurin kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur fyri handilsligt virksemi, siga fyrireikararnir.

Filmsnevndin sigur, at trý metingarvirðir verða brúkt í dømingini, tá Geytin verður givin. Tey eru: søga, filmisk frásøgusnildi og handverk.

Tað er BankNordik, ið letur Geytavirðislønina, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt øll árini. Tórshavnar kommuna hevur í sama tíðarskeið latið Áskoðaravirðislønina. Í hesum føri er tað møtti áskoðarin til Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, sum sleppur at velja sín yndisfilm.

Til ber at keypa atgongumerkir til Geytakvøldið á www.nlh.fo