Skip to main content

Bach í kertujósi í Kirkjubø


Hóskvøldið 6. desember verður aftur í ár konsert við tónleiki eftir Johann Sebastian Bach í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Hon er elsta kirkjan, sum er í brúki, upplýsur heimasíðan hjá fólkakirkjuni.

Undir heitinum Bach í kertuljósi í Kirkjubø verður tónleikurin framførdur so at siga í myrkri. Fyrireikararnir siga, at tónleikararnir fara at spæla undir glæmuni frá kertuljósum, meðan kirkjan og søguliga umhvørvið er prýtt við ljósmyndum av meistaranum sjálvum og eyðkendu nótaskrift hansara.


- Hesaferð er unga songkvinnan av Sandi, Birita Poulsen, gestur okkara. Hon búleikast dagliga í Berlin, har ið hon lesur á Hanns Eisler tónlistarskúlanum, sigur gittarleikarin Ólavur Jakobsen, sum verður frásøgumaður.


Saman við Jens Chr. Guttesen, ið spælir á sello, skipar Ólavur fyri konsertini, har Jón Festirstein og Monika Stauss spæla á violin og Jona Jacobsen á viola. Myndina av teimum tók eg á Bachkonsertini í Ólavskirkjuni í fjør.


Partar av framførsluni eru aftur í ár hugleiðingar hjá Meinhardi Bjartalíð, presti og myndaprýðingar, sum Carsten Macdonald Arnskov hevur gjørt upp á veggin og Múrin.


Tað er at vera í góðari tíð í kirkjuni hóskvøldið, tí longu klokkan sjey byrja tónleikararnir at spæla verk úr oratorium og orkestursuitum hjá Bach, meðan fólk koma inn og seta seg. Klokkan hálvgum átta byrjar sjálv konsertin við sangum og tónleiki eftir Bach, ið Ólavur Jakobsen hevur lagt til rættis. Eftir konsertina, ið varir slakan tíma, verður hugnaløta í Roykstovuni. Konsertin er ókeypis, men plássið í kirkjuni er avmarkað.