8.1.19

58 virðislønir til íslendskan film


Undanfarna ár fingu íslendskir filmar 58 altjóða virðislønir. Tað skrivar íslendska nettænastan Klapptré, sum hevur talt og sæð filmarnar. Ein teirra, Andið eðlilega, fekk virðisløn á altjóða minnilutafestivalinum í Havn í august í fjør. Júst henda filmin sá eg á árliga feriutúrinum í Lübeck, har tey hava víst norðurlendskan film í 60 ár. Omanfyri er leikstjórin, Isold Uggadóttir, avmyndað við inngongdina til biografin.

Samstundis sá eg hin stóra íslendska vinnaran, Kona fer í stríð, sum fekk fyrstu virðislønina har í býnum, eins og virðisløn Norðurlandaráðsins sum hin besti í fimm Norðurlondum í fjør.


Nú er framúr høvi at síggja báðar hesar hóp-virðisløntu íslendsku filmarnar, sum eg vil viðmæla av tí allarheitasta. Kona fer í stríð verður sýndur í Norðurlandahúsinum á Tórshavnar Filmfestivali 26. februar í ár, og Andið eðlilega sæst beint nú á Netflix. Tað er bara at tendra.